FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 11.01.2004 | Evni: Spyr Jógvan
    Business- og byggimeistarsjónamrið
    Spurningur:

    Í sambandi við, at umsóknir um byggiloyvi í TK oftast verða sendar út til grannahoyring, og at hvørja ferð ein broyting verður framd í byggisamtyktini, skal henda broyting liggja alment frammi í 3 vikur við eini eftirfylgjandi kærufreist á 3 mánaðir, er mín spurningur:

    Tá talan er um so stóra ætlan, sum nýggja heildarætlanin fyri Havnina er, hava vit borgarar í TK ikki tá krav uppá at verða hoyrdir við møguleika at kæra um ætlanina?

    Í prinsippinum er henda ætlan jú EIN stór yvirorðnað broyting av allari byggisamtyktini!

    Forrestin, hví skal TK hvørt ár framhaldandi oysa milliónir av krónum niður til Danmarkar til eina ráðgevandi fyritøku, sum enn ikki hevur prógvað, at hon ger býarskipanararbeiði betur enn okkara egna hartil útbúnað fakfólk?

    Veit væl, at tað oftast kann vera trupult at sita í býráðsandstøðu, men er málið um framtíðar útbygging ikki somikið álvarsligt, at tað eigur at verða tikið upp undir einum ella øðrum formi av andstøðuni, møguliga sum ein klaga til kommunala eftirlitið og landsins býarskipanarnevnd?

    Annars ynski eg tær persónliga og flokkinum sum heild eitt gott val 20.

    Vinarlig herilsan

    AR

    Svar:

    Halló AR:

    Takk fyri spurning og áskoðan í sambandi við tað skrumblið, sum fer fram í býráðnum, nú nýggj heildarætlan verður løgd. Vit baðir eru ikki ósamdir í hesum málinum.

    Tað er ikki óvist, at tú hevur rætt í, at andstøðan eigur at fara víðari við málinum, tí hetta ávarsmál fær eftir mínum tykki ikki nøktandi viðgerð av býráðsins umsiting og politiska meiriluta.

    Kollafjørður er eisini komin í skotlinjuna við einum uppskoti um nýggja byggisamtykt, og mær tykir, at so at siga alt, sum hevur við býarskipan í Tórhavnar Kommunu í dag snýr seg um at tæna business- og byggimeistaraáhugamálum.

    Borgarin, sum býráðslimir eru valdir at tæna, er bara ein finna, sum verður yvirsæð í øllum spælinum.

    Heilsan

    Jógvan.


    < Avrik í landsstýri 3: Mentamál | Avrik í landsstýri 4: Yvirskot og kontantar íløgur >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR