FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 11.01.2004 | Evni: Løgtingið
    Mentanin skal røkjast

    Miðflokkurin avdúkaði mentanarligt trongskygni, tá hann legði fram sína valskrá og segði seg ikki taka undir við teimum sømdum, sum eru ætlaðar mentanarlívinum í Føroyum.

    Hann borðreiðir bart út við fundamentalistiskum sjónarmiðum, tá hann vil skerja játtanirnar til mentan við stórum tølum.

    Tjóðveldisflokkurin tekur ikki undir við, at Tjóðpallur Føroya verður strikaður. Vit taka heldur ikki undir við at skerja møguleikarnar hjá øðrum listafólkum og neyðugum stovnum.

    Vit stremba eftir at skapa teimum betri umstøður fyri menning og virksemi.

    Tjóðveldisflokkurin stendur fyri einum virknum mentanarpolitikki, tí mentanin er sjálvt grundarlagið undir tjóðini og lívinum hjá hvørjum einstøkum.

    Mentan er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju.

    Føroyskt mál og føroysk mentan hava ment seg við miðvísum stríði og fótað sær mótvegis øllum forsagnum í nútímans samfelagnum.

    Nú standa vit mitt í nýggjum avbjóðingum, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki og føroyingar skula virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.

    Tjóðveldisflokkurin rekur ein miðvísan mentanarpolitikk, sum leggur dent á:

    at vit dubba okkum mentanarliga til tess at møta nýggju avbjóðingunum

    at vit sum lítil tjóð nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentamál

    at bond ikki verða løgd á mentanararbeiðið og

    at samstarv er millum ta livandi mentanina og tað skipaða mentanararbeiðið.

    Tað er eitt av okkara høvuðsmálum at røkja mentanina. Vit hava eisini farnu seks árini víst í verki, at Tjóðveldisflokkurin meinar tað, hann sigur um framtøk á føroyska mentanarpallinum.

    Tað skapandi mentanarlívið blómar, og tað skal tað framvegis fáa møguleikar fyri

    Lat meg tí sláa fast, at Tjóðveldisflokkurin ongantíð fer at góðtaka tann trongskygda og fundamentalistiska mentanarpolitikkin, sum Miðflokkurin vartar upp við.

    Vit standa tvørturímóti sum garantur fyri einum mentanarpolitikki, har vítt er til veggja og høgt til loftið!

    X við E

    Jógvan Arge

    Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi

    ---


    < Bókasavnslógin og játtanin | Nógv fólk á tjóðveldiscafé >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR