FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 09.01.2004 | Evni: Lřgtingiđ
    Karsten farin í hernađ
    Skriv frá Karsten Hansen:

    Sambandsflokkurin hevur bođađ frá, at hann vil lćkka skattin á “eykaarbeiđi” niđur á 40%. Tađ merkir í stuttum, at skatturin av tí seinast tjentu krónini skal niđur á 40% fyri allar inntřkubólkar.

    Sambandsflokkurin vil ikki út viđ, hvussu nógv hetta kostar, og hvussu tađ skal fíggjast.

    Men sum fíggjarmálaráđharri gjřgnum seks ár, havi eg gjřrt eina útrokning, sum eg tori at standa fult inni fyri. Hetta fer at kosta í minsta lagi 328 milliónir krónur!

    Og uppskotiđ hjá sambandsflokkinum fer bert at gagna teimum ríkastu. Tađ vera teir hřgu inntřkubólkarnir, sum fáa allan hendan ágóđan. Eitt vanligt verkafólk fer ikki at fáa ágóđa av einum slíkum uppskoti.

    Sjálvur havi eg miđvíst arbeitt fyri at lćkka skattin á arbeiđi fyri tey lág- og miđallřntu. Vit hava seinastu 6 árini lćkkađ skattin munandi hjá eini vanligari verkamannainntřku.

    Tí haldi eg tađ vera ábyrgdarleyst at koma viđ einum valagni, sum skal lokka vanlig fólk at atkvřđa fyri tćr, men har tú gloymir at siga frá, at uppskotiđ fer at kosta omanfyri 300 milliónir krónur. Og har tú gloymir at fortelja, at hetta er tađ mest asosiala skattauppskotiđ, sum enn hevur sćđ dagsins ljós.

    Skattapolitikkur er í stóran mun ein spurningur um at býta byrđarnar javnt og rćttvíst. Og at hava eitt samfelag, har tćr breiđastu herđarnar bera meira enn tćr smalru.

    Uttan mun til, hvřr roknar uppá uppskotiđ hjá sambandsflokkinum, so kann tađ í hvussu er stađfestast, at pengarnir fara beinleiđis til tey, iđ hava hćgri inntřkur.

    Tí spurninginum kann Sambandsflokkurin ikki renna undan viđ at vísa til loyniligar útrokningar.

    Hinir flokkarnir og fjřlmiđlarnir eiga at kunna krevja eitt svar uppá hetta frá Sambandsflokkinum.

    8. januar 2004

    Karsten Hansen


    < Avrik í landsstýri 2: Sosial frambrot | Avrik í landsstýri 3: Mentamál >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR