FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 01.01.2004 | Evni: Spyr Jógvan
    Nýggjársrøða løgmans

    Góði Jógvan!

    Kanst tú siga tína meining um Anfinn Kallsberg. Eg haldi, tað er ótrúligt, at hann enn skal hava so stóra undirtøku, sjálvt eftir at tað er avdúkað, at hann:

    1) við skjalafalsan hevur stolið pengar til síni egnu feløg,

    2) royndi at geva øðrum heiðurligum manni skuldina og

    3) ótalligar ferðir hevur logið um, hvat tað veruliga var, hann hevði gjørt. Seinast í løgmannsrøðuni, har hann enn einaferð kallaði eina væl umhugsaða brotsgerð eitt mistak.

    Gevur hetta álit á politisku skipanina?

    Svar:

    Góði spyrjari:

    Eg og Tjóðveldisflokkurin eru ikki ósamd við teg í hesum málinum. Orsøkin til, at vit skula til val um tríggjar vikur, eru júst hasi viðurskiftini, sum tú greinar í tínum spurningi.

    Eg haldi eisini, at tað var í meira lagi, tá løgmaður nýtti nýggjársrøðuna til at halda fram propaganduna fyri sær sjálvum, men eg ivist í, um tað hevur havt ta árin, sum hann ætlaði.

    Hetta málið er ikki fremjandi fyri álitið á politisku skipanina - tvørturímóti. Hetta fremur ikki bert misálit á løgmansflokkin, men á allan skipanina.

    Vinarlig heilsan

    Jógvan.


    < Sambandið rennur eftir halanum | Mikil fagnaður >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR