FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 31.12.2003 | Evni: Løgtingið
    Sambandið rennur eftir halanum
    Sambandsflokkurin tykist vera høgt í metum. Hansara høvuðloysi fær undirtøku frá meir enn einum fjórðingi av veljaraskaranum. Tað hevur sínar grundir.

    Arbeiðslagið í samgonguni seinastu 18 mánaðirnar hevur óivað ørkymlað veljaran. Samgongan undir fólkafloksleiðslu hevur verið so illa stjórnað, at fáur hevur sæð samljóð millum avtalað stevnumið og framdan politikk. Her hevur ikki gingið um fliðuna.

    Tjóðveldisflokkurin ásannaði hetta í tøkum tíma og er fegin um, at veljararnir sleppa at taka støðu aftur. Tí tað er alneyðugt at fáa gongd aftur á skútuna.

    Vit hava sjálvbjargnisleiðina fremst í okkara skjøldri. Vit stevna fram móti einum sjálvstøðugum og sjálvberandi samfelag, har føroyingar ráða fyri borgum í Føroyum.

    Tað gerst ikki við sambandsflokkinum á brúnni. Hann vil ikki fram. Hann vil allarhægst mala í ring, sum hundur, ið rennur eftir sínum egna hala.

    Sambandsflokkurin hevur onki framsøkið boð upp á framtíðina.

    Hann ivast neyvan í at hækka blokkin aftur. Hann hevur heldur onki ímóti at spenna landskassan fyri vinnulívið aftur.

    Sleppur sambandsflokkurin framat, fer hann at stýra Føroyum sum eitt ekkó av Anders Fogh í Keypmannahavn.

    Vit vita øll, hvat tað endar við. Stórum afturstigi fyri einar sjálbjargnar Føroyar.

    Tí er hetta valið avgerandi fyri allar sjálvstøðugt hugsandi føroyingar.

    Vilt tú, at framtíðin skal verða okkara, so velur tú Tjóðveldisflokkin.

    X við E.

    Jógvan Arge

    Valevni Tjóðveldisfloksins

    í Suðurstreymi


    < Stórur valevnafundur | Nýggjársrøða løgmans >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR