FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 13.12.2003 | Evni: Løgtingið
    Taka ábyrgd av framtíðini
    Yvirlýsing frá Tjóðveldisflokkinum:

    Álit og ábyrgd eru fortreytir fyri sjálvræði

    Hvat verða avleiðingarnar av at Annfin Kallsberg og Fólkaflokkurin valdi at slíta samgonguna, hvat eru grundgevingarnar og hvussu koma vit víðari.

    Anfinn Kallsberg hevur skrivað út val at verða 20. januar.

    Hetta hevur við sær, at ein rúgva av málsøkjum, sum eftir tvey ára fyrireikingar nú eru klár at yvirtaka, ikki verða yvirtikin í hesum umfari.

    Tað hevur eisini við sær, at eitt uppskot til eina ábyrgdarfulla fíggjarlóg, sum skuldi vera enn eitt stig á leiðini ímóti einum sjálvberandi búskapi, fellur burtur.

    Tí harmar tað sjálvandi Tjóðveldisflokkin, at Anfinn Kallsberg segði samgonguna upp.

    Framvegis er møguleiki fyri, at Føroyar eftir 20. januar verða verandi á teirri mennandi kós, vit hava verið á tey farnu seks árini. Men tað er eisini vandi fyri, at alt verður tveitt fyri borð.

    Samgongan kundi verið bjargað

    Tjóðveldisflokkurin hevur mangan strekt seg langt til tess at halda fast um sjálvstýrismeirilutan. Og í málinum um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg fór Tjóðveldisflokkurin so langt, sum tað var gjørligt, til tess at bjarga samgonguni.

    Vit søgdu, at Anfinn Kallsberg átti at reinsa seg fyri skuldsetingarnar. Kundi hann ikki tað, átti hann at leggja øll kort á borðið og biðja um treytaleysa umbering fyri, at hann hevði misnýtt løgmansembætið til at leggja lok á sína egnu fortíð. Í triðja lagi søgdu vit, at landsstýrið kundi umskipast við øðrum leiðara.

    Tað harmar okkum almikið, at hendan roynd at bjarga samgonguni varð havnað. Tað harmar okkum almikið, at Anfinn Kallsberg heldur valdi at koyra landsstýrismenninar hjá Tjóðveldisflokkinum til hús og skriva út nýval.

    Ein spurningur um álit og ábyrgd

    Tjóðveldisflokkurin hevur gingið á odda tá umræður at rudda í politisku skipanini. Í øllum málum, har ivasom og óreglulig viðurskifti eru staðfest, hevur flokkurin sjálvur tikið avleiðingar. Til dømis hava landsstýrismenn hjá Tjóðveldisflokkinum lagt frá sær, tí teir vildu ganga undan at skapa álit á politisku skipanina og politisku málini hjá samgonguni. Og í eini røð av øðrum málum hevur Tjóðveldisflokkurin kravt, at óreglusemi hevur fingið avleiðingar.

    Vilja vit rudda slóð fyri eini ábyrgdarfullari framtíð, mugu vit eisini tora at rudda upp í nútíðini.

    Tjóðveldisflokkurin kann ikki og skal ikki rudda í fortíðini hjá øðrum. Men málið um Anfinn Kallsberg snýr seg ikki bara um fortíðina.

    Tað er staðfest, at Anfinn Kallsberg alment hevur sagt ósatt um sína fortíð. Og tað hevur hann gjørt sum løgmaður. Tað er staðfest, at øll samgongan og øll tjóðin á sjálvum tjóðardegnum í fjør vórðu tikin til gísla til tess at leggja lok á óreglusemið. Tað er eisini staðfest, at Anfinn Kallsberg hvørki vil leggja øll kortini á borðið ella taka greiða frástøðu frá sínum lógarbrotum. Hinvegin hava hann og flokkur hansara vart hesi lógarbrot. Harvið hava teir givið fólki ta fatan, at tað er í lagi at fremja lógarbrot.

    Hetta er so álvarsom misnýtsla av løgmansembætinum og so oyðileggjandi fyri rættarkensluna og álitið á politisku skipanina, at tað kann ikki góðtakast.

    Sjálvstýrisgongdin má halda fram

    Kunnu vit bert náa politiskum úrslitum, um vit verja óreglusemi, er betur, at úrslitini bíða nakað enn.

    Fortreytin fyri fullum føroyskum sjálvræði er, at vit megna at skapa álit á politisku skipanina. Vit mugu og skulu megna at seta mørk millum rangt og rætt. Vit mugu og skulu ikki renna undan ábyrgdini fyri egnum gerðum – røttum sum skeivum.

    Tað vildi Anfinn Kallsberg tíverri ikki. Tí er val útskrivað. Landið liggur í stjórnarloysi, og stór virði kunnu fara fyri skeytið, tí landsstýrismenn eru sendir til hús.

    Og tí er vandi nú eisini fyri, at sjálvstýrisgongdin steðgar upp.

    Men hon kann framvegis bjargast.

    Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg fram til valið 20. januar við lyftinum um, at hvør einasta atkvøða verður nýtt í stríðnum fyri, at vit taka ábyrgd av okkara gerðum, okkara landi og av framtíðini.


    < Stuldur og tign | Nólsoy undir Havnina >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR