FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 12.12.2003 | Evni: Løgtingið
    Stuldur og tign

    Rúna Berghamar í Havn hevur í morgun lesarabræv á netsíðuni hjá Dimmalætting, har hon greiðir frá, hvussu hon sær støðuna hjá landinum og løgmanni.

    ”Maðurin misbrúkti starvið á virkinum, har hann var bókhaldari, og álitið, sum nevndin fyri virkið vísti honum.

    Hann flutti fleiri hundraðtúsund krónur frá virkinum til skipini, sum hann var reiðari hjá og átti í (stuldur), og broytti tølini á goymsluskjølunum, sum virkisleiðarin, ein álitismaður, hevði skrivað (skjalafals).

    Illgruni var um, at virkisleiðarin hevði falsað skjølini, og hevði hann ikki kunnað prógvað, at hann ikki hevði gjørt tað, hevði hann verið lagdur undir at hava framt óreglusemi.

    Eftir øllum at døma hevur nevndin fyri virkið fyrigivið honum, tá ið teir hava gjørt avtaluna við hann. Í so máta er málið liðugt teirra millum.

    Men tað, at avtala er gjørd teirra millum, ger ikki brotsverkið minni. Hevði málið verið meldað, hevði hann verið dømdur at sitið fleiri ár í fongsli”.

    Rúna Berghamar skrivar, at tá ið so alt hetta er komið fram, skuldu vit trúð, at maðurin vísti angur og skomm.

    ”Men tíverri – tað hava vit onki sæð til. Hann lítilsger tað, kallar stuldurin bókingarvillu og skjalafalsið mistak. Í mínum eygum er tann maður lítil, sum ikki vil viðganga sínar misgerðir.

    Mangan verður tosað um tign løgmans. Sjálv havi eg ilt við at fáa eyga á nakra tign. Hvør vil loysa við slíkum fólki við róðrið?

    Eg tori ikki”, skrivar Rúna Berghamar.


    < Vavgreytur í tinginum | Taka ábyrgd av framtíðini >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR