Løgtingsvalið 2004:
Spurningur 1:
Halló Jógvan: Tað var serstakliga gott, at tú tók orðið í tinginum undir viðgerðini av fíggjarlógini og segði, at viðgerðin var farin út um alt mark. Tað var alt ein vavgreytur.
Men hvussu verður viðvíkjandi hasum í framtíðini. Fer har at koma skil á soleiðis, at orðaskiftið verður býtt upp í evnir fyri tey ymsu økini – ella verður tað gloymt í næstum?
R
Svar:
Takki fyri orðini. Eg helt, at hatta var neyðugt at siga í tinginum, tí eftir mínum tykki er lítil meining í bjóða lurtarunum til eitt orðaskifti, har ongin strukturur er í – bara skot í allar ættir.
Eg helt meg skilja, at tingmenn úr fleiri flokkum tóku undir metingini og hugsanini, og søgdu beinleiðis á tingsins røðarapalli, at neyðugt var við broytingum, tá fíggjarlógin og onnur stórmál eru fyri.
Sjálvur løgtingsformaðurin helt eisini, at okkurt eigur at verða gjørt við tingveðgerðirnar, so tey, sum lurta, fáa ein møguleika at skilja tað, sum fer fram.
Tað áliggur løgtingsins formansskapi at taka stig til slíkar broytingar, og av góðum grundum kann eg ikki siga, um nakað fer at henda, tí tann núverandi formansskapurin situr upp á lænta tíð, og hvør, ið tann nýggi verður, veit ongin at siga.
Men fái eg nakra ávirkan á viðurskiftini, so skal mín lutur ikki liggja eftir, tí eg haldi, at tað er sera umráðandi, at fólkið skilir, hvat tingið hevst at. Tað er fyrsta treytin fyri áliti millum partarnar.
Vinarlig heilsan
Jógvan.