Fyrsti uppstillingarfundur hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag mánakvøldið var væl vitjaður. Eini 70 fólk vóru á fundi, og tjakið var lívligt um politisku støðuna og valstríðið, sum kom so brádliga.
Farið varð eisini undir sjálva uppstillingina. Meginparturin av valevnunum, sum vóru seinast, eru aftur í uppskoti hesaferð, og aftrat teimum er ein rúgva av øðrum skotin upp.
Uppstillingin verður fingin frá hondini í næstu viku, tá bæði annar og triði uppstillingarfundur verða hildnir.
Á øðrum uppstillingarfundi er seinasti møguleiki at seta uppskot fram, og á triðja fundi verður atkvøtt um, hvørji 11 skula standa á listanum til valið.
Samstundis arbeiða tingmanning og floksleiðsla við skipan av valstríðnum sum heild. Rættilig ferð kemur neyvan á tað fyrrenn eftir nýggjár, men startskotið fór longu seinasta fríggjadag, tá valið varð útskrivað.
---