FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 18.11.2003 | Evni: Løgtingið
    Bæði persónsvernd og vinnuatlit

    Løgtingsmál nr. 15 – Broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

    Framsøgurøða 18/11-2003: Jógvan Arge

    Sambandsflokkurin hevur við hesum pappírinum borðreitt við enn einum av sínum mongu uppskotum, sum eru merkt av hansara hugsan um, at vit duga onki, vit kunna onki, vit orka onki, vit skula ikki halda okkum til nakað sum helst, men bert reka við streyminum og lata onnur taka sær av okkum og okkara viðurskiftum.

    Hetta uppskotið sær kanska ikki út av so nógvum. Her verður í stuttum mælt til at broyta tvær greinar í lógini um viðgerð av persónsupplýsingum. Men er uppskotið lítið í vævi, so fer tað, um tað verður gjørt til lóg, at fáa principiellar avleiðingar, sum verða eitt stórt afturstig – bæði viðvíkjandi persónsvernd í Føroyum og vinnuførleika í Føroyum.

    Serliga tann ætlaða broytingin í grein 16 er verd at leggja sær í geyma. Her verður skotið upp at taka burtur løgtingsins grundleggjandi støðu um, at persónsupplýsingar sum meginregla skula varðveitast í Føroyum.

    Tað vil siga, at tað ikki longur skal verða meginreglan, at persónsupplýsingar skula varðveitast í Føroyum. Teir skula kunna fara út um allar geilar uttanfyri Føroyar.

    Løgtingsins vilji

    Orðingina um, at persónsupplýsingar sum meginregla skula varðveitast í Føroyum, eigur løgtingsins rættarnevnd, sum setti hana inn í lógina um viðgerð av persónsupplýsingum, tá hon var fyri í løgtinginum í 2001.

    Rættarnevndin legði enntá aftrat í sínum viðmerkingum, at hon við sínum broytingum helt, at ”politiski málsetningurin at veita borgarum bestu persónsvernd og politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir flyta sítt edv-samstarv av landinum, er rokkin”.

    So greitt segði løgtingið sína støðu fyri góðum tveimum árum síðani, og løgtingið mælti eisini landsstýrismanninum til beinanvegin, og áðrenn lógin kom í gildi 1. januar 2002, at áseta greiðar reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga ella avmarka útflutningi – og honum varð lagt eina við at gera hetta til tess at forða fyri, at peningastovnarnir fluttu sítt edv-samskifti av landinum.

    Nú skjýtur sambandsflokkurin upp at bólta rút í hesum krøvum, og taka burtur meginregluna um at persónsupplýsingar um føroyingar í Føroyum skula varðveitast í Føroyum.

    Málið er sjálvandi runnið úr spurninginum um Gjaldsskipanina hjá peningastovnunum – sum teir fyrst fingu nei til frá dátueftirlitinum og síðani av ókendum grundum fingu ja til.

    Lógin frá 2001 var úrslit av einari drúgvari viðgerð. Endamálið var at fáa nógv einfaldari reglur og møguleikar hjá føroyskum stovnum og fyritøkum at brúka p-talið og at samskifta tvørturum landamørk.

    Tað var greitt beinanvegin, at rættarstøðan, har forðað varð fyri, at heilar EDV-skipanir fóru av landinum, skuldi varðveitast. Men annars eru møguleikarnir at samskifta bæði við PBS og allan heimin sera rúmir.

    Sambandsflokkurin vil í sínum uppskoti vera við, at vit byrgja okkum inni. Men tað er tað als ikki talan um. Samskiftið er als ikki nervað av lóggávuni – løgtingið hevur bara tikið ta støðu, at skipanirnar skula gerast og varðveitast í Føroyum. Onnur lond hava ikki trupulleikar í peningastovnsverðini, hóast tey ikki eru knýtt í skipanir hjá øðrum londum.

    Vinnupolitisk atlit

    Tað er onki dulsmál, at vinnupolitisk atlit høvdu týdning, tá reglan um, at heilar EDV-skipanir ikki skuldu av landinum, kom í lógina í 1994.

    Vit halda framvegis ikki, at tað er rætt at senda allar upplýsingar, sum viðvíkja føroyingum í Føroyum av landinum at verða viðgjørdir og goymdir, og vit halda eisini, at føroyingar eru førir fyri sjálvir at gera skipanir til tann tørv, sum vit hava. Í orðaskiftinum, sum hevur verið um málið, hava vit onki hoyrt um, at okkara fyritøkur ikki eru førar fyri at gera arbeiðið.

    Tað verður gjørt ikki sørt burturúr, at hetta er ikki persónsvernd, men vinnulig protektionisma. Okkara sjónarmið er, at hetta er persónsvernd, hetta er tann besta trygdin, sum kann veitast borgarum í Føroyum, og tað ger ikki støðuna verri, at hetta eisini tryggjar vinnuførleikan á økinum – heldur enn at lata førleikan liggja uttanfyri okkara egna samfelag.

    Vil lata tinginum heimildina

    Sambandsflokkurin skjýtur eisini upp at gera eina broyting í grein 17 í lógini. Mælt verður til at taka burtur 3. stykki, har løgtingið hevur givið landsstýrismanninum í lógarmálum heimild at áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir at steðga honum ella avmarka hann.

    Landsstýrismaðurin hevur verið aftur í tinginum við málinum um hesa heimildina og mælt til, at tingið sjálvt ger sær greitt, hvat tað heldur skal vera loyvt á hesum øki.

    Men tingið fann ikki út av at taka støðu í málinum. Vit minnast øll, at málið kom ikki aftur úr rættarnevndini í vár, tí har var ongin niðurstøða. Tessvegna situr landsstýrismaðurin enn dagin í dag við hesi heimildini, og tað tað er tá klárt, at hann við hesi heimild handlar út frá bestu sannføring.

    At tingmenn nú aftaná koma og siga, at tað var ikki meinginin, at hann skuldi gera, sum hann hevur gjørt, kunna vit ikki brúka til so nógv. Tað stendur rimmarfast, at løgtingið í 2001 samtykti, at meginreglan er, at persónsupplýsingar, sum koma undir lógina, skula varðveitast og viðgerast í Føroyum.

    Løgtingið legði eisini aftrat, at tað helt, at politiski málsetningurin at fyribyrgja, at peningastovnarnir fluttu sítt edv-samstarv av landinum, var rokkin, og at landsstýrismaðurin skuldi forða fyri, at peningastovnarnir fluttu sítt edv-samskifti av landinum.

    Íslendingar skilja onki

    Rættarnevnd løgtingsins var í summar í Íslandi. Har nýtti hon eisini høvið til at kunna seg um, hvussu íslendska samfelagið fer um hesi málini. Vit spurdu teir millum annað, hvørja støðu íslendingar høvdu til at goyma heilar edv-skráir viðvíkjandi íslendingum uttanlands.

    Teir skiltu als ikki spurningin. Teir spurdu fleiri ferðir uppaftur, hvat vit meintu við. Langt um leingi glapp fimmoyrað, og svarið var, at slík framferð kundi ikki komið íslendingum til hugs. Sjálvsagt skuldu allar teirra edv-skráir goymast í Íslandi, hvar annars?

    Løgtingið hevur fyrr tikið skilagóðar avgerðir í hesum málum, og tað vænta vit eisini, at tað fer at gera í hesum førinum, tí ongin er nærri til at taka sær av okkara egnu edv-skipanum og okkara egnu persónsupplýsingum, enn vit sjálvi.

    Samanumtukið taka vit ikki undir við uppskotinum frá sambandsflokkinum, men vit vilja geva tí eina hóskandi viðgerð í rættarnevndini.

    ---


    < Hvør av øðrum liva má | Býráð við harðari hond >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR