Sølurásin 2003 á Skála
Tá eg nú hendan dagin varð biðin um at seta Sølurásina á Skála, kom eg beinanvegin í tankar um eina søgu, sum eg sjálvur upplivdi her á fjørðinum fyri meir enn 40 árum síðani.
Eg plagdi at ferðast hjá tveimum mostrum úti í Heiðunum, og brúkti meginpartin av tíðini á hondbóltsvøllinum, sum var á bryggjuni í Runavík.
Har spældu vit fótbólt frá morgni til myrkurs. Viðspælarar og mótspælarar vóru serliga dreingirnir har í grannalagnum og onkuntíð aðrir dreingir, sum vóru og ferðaðust.
Vit hildu okkum duga væl, men vit vistu ikki, hvussu góðir vit vóru. Uppskot kom tí fram um, at vit áttu at farið at spælt móti onkrum øðrum liði, men fótbóltslið funnust ikki undir hvørjum steini í Eysturoynni tá á døgum.
Fyri at siga sum er, vóru kanska ongi. Men onkur fann so útav, at vit skuldu fara inn á Skála at royna okkum móti skáladreingjum. Ein avtala fekst í lag, og vit fóru til Kapteynin og læntu motorbátin Berghild frá honum.
Tann 14 ára gamli Hjalgrím dugdi at sigla bátin, so hann førdi okkum inn. Vit mundu vera einir tíggju í tali, og stigu á land við ein grønan og hvítan handil her niðanfyri onkustaðni.
Har í nánd var eitt nokkso stórt betongdekk, sum var fótbólstvøllurin hjá skáladreingjum. Ørminnist um, at ein veit gekk langs við, og ein stálpláta lá tvørturum. Vøllurin var eisini hinumegin veitina, so vit noyddust at renna eftir stálplátuni, tá bólturin fór út í borðið.
Tað var ikki sørt av fólki, sum hugdi at okkum, og vit kýttu okkum, báðir partar. Tá liðugt var, høvdu vit úr Runavík vunnið dystin – eg haldi tað var 4-0 – og tá vit høvdu fingið eina sodavatn inni í handlinum, helt Berghild leiðina út aftur til Runavíkar við teimum kátu vinnarunum.
Merkið varð vundið í húnarhátt. Tað undraði fólk har úti, at Berghild hevði so høga flaggføring, og onkur helt, at kanska var okkurt galið við Kapteyninum, so summi komu oman í bátahylin við Lynfrost at fregnast, hvat ið var á vási.
Jú, tey fingu so tíðindini og fegnaðust saman við okkum. Eg hevði ikki torað at sagt mostrini frá, hvat vit høvdu í kvittanum, og segði heldur onki, tá eg kom til hús aftur.
Men hon mundi hava frætt okkurt, tí einaferð spyr hon, hví Berghild kom út eftir fjørðinum við flagginum í fullari stong. Tá mátti eg viðganga, at eg hevði verið mína fyrstu fótbóltsferð í aðra bygd – og so skundaði eg mær at leggja aftrat, at vit høvdu vunnið.
Tá blotnaði mosturin – og tað er kanska serliga tí, eg minnist hesa ferðina so væl.
Stríðast fyri ítróttin
Nei, tá var ikki nógvur ítróttur við Skálafjørðin. Men tak hann nú. Tú fært ikki vent tær fyri 1. deildarliðum úr Eysturoynni - sjálvt úr Skála Ítróttafelag, sum er vorðið føroyameistari í at yvirliva 1. deild, og ein hondbóltskapping er lítið verd uttan brandarnar í St. ÍF.
Kappróðurin hevur eina langa traditión. Tað var tann tíð, tá Skálabáturin róði allar sundur og saman og Svanur smeyg sær fram í oddin. Nú er tað meiri gentur og dreingir og Anfinn Gærdum, sum við Stráluni av Strondum leggja hinar aftur um seg.
Men tað skal stríð til at koma so langt. Hendan Sølurásin er eitt prógv um, at ítróttafeløgini báðumegin kommunumarkið á hesum arminum taka uppgávuna í stórum álvara og leggja rygg til.
Tað er jú so, at alt lívið er ein ringrás fyri ikki at siga sølurás, har hvør av øðrum liva má. Hesum ítróttarfeløgum tørvar pengar til sítt uppalandi virksemi. Og pengarnir kunna ikki koma burtur úr heilt ongum.
Men handilsmonnum og virkjum tørvar eisini pengar til tess at fáa sínar fyritøkur at bera til.
Og almenninginum tørvar handilsmenninar til tess at fáa sínar vørur til høldar.
Tí er tað í roynd og veru púra nattúrligt, at allir hesir tríggir partarnir samstarva til tess at náa sínum málum.
Hetta er næstan at meta javnt við føðiketuna í nattúruni. Teir stóru fiskarnir eta teir smáu fiskarnar, og teir smáu fiskarnir eta tey smærru kyktini og soleiðis niðureftir.
Vit eru øll í somu ringrás. Og hvat er tá meiri nattúrligt, enn at tey svongu ítróttafeløgini bjóða seg fram at hjálpa teimum svongu handilsmonnunum at koma í samband við tann mettaða almenningin, sum kortini vil hava meir, tí nú stunda jólini, tann stóra gávuhátíðin, til.
Hetta er eitt fínt konsept, sum sagt verður á nútíðarmáli. Til tess at kunna røkja sínar týdningarmiklu samfelagsligu uppgávur bjóða ítróttafeløgini handilsmonnunum møguleikan at gjara út, og handilsmenninir fáa kundarnar at gloypa bitunum.
Tá uppgjørt verður í annaðkvøld ivist eg ikki í, at øll verða glað. Kundarnir hava fingið sínar gávur. Handilsmenninir hava fingið sínar pengar, og ovast í føðiketuni sita so ítróttafeløgini eftir við tí størsta bitanum - til reiðar at fara undir næsta árs venjingar og kappingar.
Keina Hexerei, nur behandigkeit, tí hvør av øðrum liva má!
Við hesum orðum fari eg at lýsa Sølurásina 2003 at vera setta.
Takk fyri.