Gøtunavnanevndin hevur gjørt uppskot um, hvussu gøtan í útstykkingini Berjabrekku 3 skal eita í framtíðini.
Nevndin er komin til, at gøtan skal fáa navnið Blómubrekka.
Hetta er har, sum Sp/f Høgni Mikkelsen byggir íbúðir omanfyri Berjubrekku.
Úti í Havnardali verður eisini eitt nýtt gøtunavn.
Vegurin til húsini hjá Elin og Hjalta í Jákupsstovu skal hereftir eita undir Miðhorni.
Inni í Kaldbak verður navnið á Varðnípu broytt aftur.
Innasti býlingurin í Kaldbak skal aftur eita inni á Fløtum, sum er tað gamla navnið fyri hetta økið.
Tað vóru kaldbaksumboðini í kalsbaksnevndini, sum gjørdu vart við, at hetta var eitt nattúrligari navn enn Varðnípa, sum varð sett á fyri einum ári síðani.
---