Tórshavnar Býráð fer nú at seta gøtunøvn á í nýggju útstykkingini eystanfyri Løgmannabreyt. Mentamálanevndin fer mikudagin at taka støðu til tey uppskot, sum gøtunavnanevndin hevur gjørt.
Gøtunavnanevndin hevur verið í Karlamagnusarkvæðunum eftir nøvnum. Hon skjýtur upp, at gøturnar fáa hesi nøvn:
Karlamagnusarbreyt, Dýrindalsgøta, Ólivantsgøta, Huginsgøta, Karlotsgøta, Rólantsgøta, Einarsgøta, Viljormsgøta, Bertugøta, Gortrugøta og Sivjugøta.
---