FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 28.04.2003 | Evni: Løgtingið
    Játtanir í óðum verkum
    Havi d.d. sent bløðunum hesa viðmerking.

    Játtanir í óðum verkum

    Heðin Mortensen er vorðin so skrivandi, síðani hann kom aftur úr páskafríi. Sum ein av ímyndunum av kommunala hurlivasanum á Vaglinum er hann av øllum farin at slongja um seg við ákærum.

    Samstundis verður roynt at draga býráðspolitikk í Havn upp í løgtingspolitikk við teimum ivasomu fylgjum, sum tað kann fáa fyri borgararnar.

    Hetta hendir m.a. í sambandi við eitt uppskot frá sambandsflokkinum um, at landið skal veðhalda fyri 87 milliónum krónum til at byggja Tekniskan Skúla og partvíst Handilsskúla, ið fara at kosta landskassanum omanfyri 100 milliónir krónur.

    Aftrat veðhaldinum skal landskassin einsamallur sambært uppskotinum gjalda allar hesar meir enn 100 milliónirnar sum studning til raksturin hjá somu skúlum tey komandi 25 árini. Hækkingin í rakstrarstudninginum skal brúkast til at gjalda avdráttir og rentur aftur við, sum landskassin fyrst hevur veðhildið fyri.

    Tað hevur fyrr verið roynt í ólukkumát at risa breiðar álir av landskassanum.

    Vit í tjóðveldisflokkinum ásanna, at Tekniski Skúli, Handilsskúlin og fleiri miðnámsskúlar í Havn og aðrastaðni í landinum hava brúk fyri betri hølis- og arbeiðsumstøðum.

    Tá vit koma til tann fíggjarliga partin, er okkara grundsjónarmið, at framtøkini skula sampakka við tann almenna íløgukarmin hjá landinum.

    Vit hava eisini ta støðu og ætlan, at játtanin á fíggjarlógini til íløgur í slíkar skúlar skal økjast munandi komandi árini, so hvørt sum longu samtyktar íløgur í onnur málsøki hæsa av.

    Verður mannagongdin, at stórur partur av íløgunum í eitt nú skúlar fer sum veðhald og studningur langt fram í tíðina uttanfyri íløgukarmin, sum ætlanin er við sambandsuppskotinum hjá teimum báðum Jóhan Dahl og Heðin Mortensen, er skjótt at koyra landið aftur á ørmundarhús.

    Har ein skriðan er lopin, er onnur sum kunnugt væntandi, og fyri so høgan prís plagdi ikki at vera skilagott at handla í óðum verkum.

    Jógvan Arge

    Løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin

    ---


    < Merkið er sterkasta ímyndin | Skúlaloysn er landsframi >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR