FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 15.04.2003 | Evni: Lřgtingiđ
    Tekniskan skúla fram um studentaskúla?
    Sambandsuppskotiđ um at veđhalda fyri 87 milliónum krónum til Tekniska skúla og Handilsskúlan í Havn hevur veriđ á dagsskránni hjá mentanarnevndini tvćr ferđir, síđani tađ varđ lagt fram á ting, og stendur á skránni fyri nćsta fund, sum verđur týsdagin 22. apríl.

    Hřvuđsorsřkin til, at tađ ikki kom fyri aftur fyri páskir var, at fyrst plantađi lřgtingsformađurin ein tingfund mitt í fundartíđina hjá mentamálanevndini týsdagin 8. apríl, og síđani fór Heđin Mortensen av landinum í páskafrí, so vit ikki fingu hildiđ fund týsdagin 15. apríl.

    Trý mál vórđu beind mentanarnevndini eftir seinasta framlřgudag. Máliđ um Tjóđpall Fřroya, máliđ um skúlatilbođ til brekađ og hetta máliđ um fígging av bygging hjá Tekniska skúla og Handilsskúlanum.

    Mentanarnevndin hevur fastan fundardag týsdag klokkan 10. Ongin fundur var 11. mars, tí tingmenn vóru upptiknir av grundlógarráđstevnu.

    Týsdagin 18. mars vóru řll málini á skránni. Tá varđ avrátt at kalla fólk inn til samrřđur um tey bćđi fyrru málini, međan střđa skuldi takast í tí triđja málinum seinni.

    25. mars hřvdu vit fólk inni um Tjóđpallin. Allur fundurin fór viđ tí.

    2. apríl hřvdu vit fólk inni um skúlatilbođiđ til brekađ. Allur fundurin fór viđ tí.

    9. apríl var fundur avtalađur viđ řllum trimum málunum á skránni.

    Vit avgreiddu álitini í teimum báđum fyrru málunum, men fingu ikki stundir at fara undir skúlamáliđ, tí lřgtingsformađurin hevđi plantađ ein lřgtingsfund í fundartíđina hjá mentanarnevndini týsdag klokkan 10.00.

    Ćtlanin var síđani hava fund um skúlamáliđ týsdagin 16. apríl, tí vanligt er at hava nevndarfundir í dimbuldagavikuni, men tá bar ikki Heđini Mortensen til at mřta, tí hann skuldi av landinum í páskafrí.

    Hann fekk at vita, at so bar ikki til at hava fund fyrrenn týsdagin 3. páskadag. Og máliđ stendur á skránni til tann fundin.

    Kortini hevur Heđin Mortensen kravt máliđ fyri lřgtingiđ aftur uttan álit frá nevndini.

    Undir 1. viđgerđ av hesum uppskoti vístu seg at vera fleiri meiningar í tinginum.

    Tjóđveldisflokkurin fřrdi fram, at bćđi tekniska skúla, handilsskúlanum og řđrum skúlum třrva betur umstřđur, men flokkurin tók ikki undir viđ at fíggja skúlabygging á tann hátt, sum sambandsflokkurin skjýtur upp.

    Tjóđveldisflokkurin helt uppá, at skúlarnir mugu rađfestast inni í tí almenna ílřgukarminum, sum seinastu árini hevur veriđ nógv merktur av samferđsluílřgum, men komandi árini ćtlandi skal verđa meira merktur av ílřgum í skúlar.

    Frammi hevur eisini veriđ, at tađ er órímiligt mótvegis řđrum skúlum, eitt nú studentaskúlanum í Hoydřlum, sum ikki hevur sćđ eina břtandi hond í 40 ár, at taka ein part av tí ćtlađa skúladeplinum í Marknagil fram um ein annan.

    Har stendur máliđ.

    ---


    < Spenningur um Vallalíđ | Merkiđ er sterkasta ímyndin >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR