FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (42)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummćli
  • Nýggj krýnika í bókabúđunum
  • Merkiđ 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 04.03.2003 | Evni: Lřgtingiđ
    Lřgmađur koyrir Annlis úr starvi

    Brćviđ frá lřgmanni er soljóđandi:

    “Sum kunnugt tók eg stig til at kanna máliđ um at seta landsantikvar og embćtisfřrslu tína í hesum sambandi.

    Eg vendi mćr til tín hin 5. februar 2003 um at lata mćr nágreiniliga lýsing av málinum, eins og eg bađ um viđkomandi skjřl, herundir skrásett skjalayvirlit í teimum málum, iđ á nakran hátt hava viđ nevndu setan at gera.

    Hin 13. februar 2003 fekk eg skjřl og frágreiđing um máliđ. Somuleiđis havi eg fingiđ viđmerkingar til máliđ frá tćr og frá ađalstjóranum í Mentamálaráđnum.

    Grundađ á gjřgnumgongd av skjřlunum í málinum um at seta landsantikvar meti eg, at fleiri viđurskifti eru, sum benda á, at máliđ er ikki handfariđ á nřktandi hátt, og at tađ av rřttum er sáddur ivi um embćtisfřrslu tína í hesum sambandi.

    Eg meti hetta mál hava stóran meginregluligan týdning, tí grundleggjandi trúvirđiđ á almennu fyrisitingina liggur í avgerđandi mun í starvssetanum. Tađ hevur tí stóran týdning, at mannagongdir og siđvenjur verđa fylgdar, tá starvsfólk verđa sett.

    Tađ er siđvenja, at tađ eru embćtisfólk, sum fyrireika málini, tá avgerđir um almennar setanir skulu takast, eins og tađ er siđvenja, at embćtisfólk hava um hendi umsitingina av slíkum málum. Í hesum máli hevur tú luttikiđ í málsviđgerđini á ein óvanligan hátt. Tí kunnu spurnartekin setast viđ, um tađ einans eru tikin saklig atlit, tá avgerđ varđ tikin um at seta landsantikvar, serstakliga tí hetta varđ gjřrt beint ímóti teimum tilmćlum, sum setanarbólkurin gav tćr.

    Almenni setanarpolitikkurin stađfestir, at tađ er ein týđandi avgerđ fyri bćđi starvsfólk og arbeiđspláss, tá nýggj starvsfólk verđa sett. Hetta ger seg í serligan mun galdandi, tá leiđarar verđa settir.

    Tađ er tí av alstórum týdningi fyri allar partar, at setanir verđa gjřrdar viđ nćrlagni og eftir ávísari mannagongd. Endamáliđ viđ setanarpolitikkinum er at tryggja, at stovnurin setir umsřkjara, sum, út frá einum heildarsjónarmiđi, er best egnađur til starviđ. Setanarpolitikkurin skal eisini tryggja, at umsřkjarar, sum ikki fáa starv, kunnu vera vísir í, at avgerđin er farin fram á rćttan og rćttvísan hátt.

    Máliđ um setan av landsantikvari er handfariđ soleiđis, at eg sum heild meti, at tú hevur sett trúvirđiđ á okkara umsiting í vanda. Eisini meti eg, at tín handfaring av málinum kann vera til stóran skađa fyri framtíđar setanir av almennum starvsfólki.

    Tađ harmar meg, at tú ikki legđi uppfyri mínum viđmerkingum undir sjálvari setanartilgongdini, og ikki minst, at tú, aftaná at eg bađ teg um frágreiđing um máliđ, stađfesti setanina av landsantikvarinum.

    Eg havi tí gjřrt av at loysa teg úr embćtinum sum landsstýrismann samsvarandi § 29 í stýrisskipanarlógini.”

    Í Tinganesi, 4. mars 2003

    Lřgmansskrivstovan


    < Bummpengar til Havnina? | Kommunan og Televarpiđ >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR