FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (40)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi


  • 23.11.2002 | Evni: Břkur
    Grřnlendingar vildu hava fiskin

    Jógvan Arge hevur giviđ út enn eina bók í rřđini um teir, sum tóku land í Grřnlandi. Hendan bókin snýr seg um fřroyskan útróđur og flakavinnu í Grřnlandi meginpartin av sekstiárunum.

    Í sekstiárunum fóru fřroyingar rćttiliga at merkja, at grřnlendingar vildu sjálvir hava ágóđan av tí fiski, sum varđ veiddur í teirra sjógvi. Teir herdu krřvini um, at fřroyingar áttu at avreiđa sín fisk til grřnlendsk virkir, heldur enn at virka fiskin á egnum virkjum.

    Á heysti 1964 fór ein fřroysk sendinevnd til Grřnlands at tingast um fiskirćttindini í Grřnlandi. Sendinevndin fekk skjótt at merkja, at har var ikki so nógv nýtt at koma eftir. Grřnlendingar tóku ikki undir viđ teimum fřroysku uppskotunum, og samráđingarnar endađu tí viđ, at sáttmálin frá 1959 stórt sćđ varđ framlongdur til 1970.

    Av tí, at tćr grřnlendsku vinnulógirnar vóru til viđgerđar um hetta mundiđ, varđ kortini sett í sáttmálan, at báđir partar kundu siga hann upp frá sumrinum 1967. Fřroyingar vónađu, at hetta kundi veita teimum víđari rćsur, men grřnlendingar hřvdu ikki ađrar ćtlanir, enn at skerja mřguleikarnar hjá fřroyingum.

    Lćrdu grřnlendingar at fiska

    Ein liđur í sáttmálanum frá 1959 var, at fřroyingar skuldu taka grřnlendingar viđ útróđrarbátum og skipum og lćra teir upp í útróđri og skipsfiskiveiđu. Hetta varđ gjřrt í rćttiliga stóran mun.

    Sum fráleiđ vóru alt fleiri grřnlendingar viđ línuskipum undir Grřnlandi, og stundum vóru nógvir grřnlendingar viđ teimum mongu fřroysku útróđrarbátunum. Tađ stóra bátalagiđ hjá Jesari í Búđini úr Sřrvági, sum helt til í Kangarssuk í meir enn 10 ár, hevđi nógvar grřnlendingar viđ.

    ”Vit mundu hava einar 50 grřnlendingar viđ okkara bátum hesi árini”, greiđir Pedda Jacobsen frá í einum kapitli, sum viđger gerandisdagin hjá útróđrarmonnunum í Kangarssuk.

    ”Hetta vóru menn, sum onki kendu til útróđur soleiđis, sum vit róku hann. Teir hřvdu jollur, og summir brúktu tveir húkar viđ einum steini í einum posaklodda, og tí fingu teir ikki stórfiskarí burturúr.

    Men tá teir fingu snellur frá okkum, kom eitt annađ lag á útróđurin, og fiskiskapurin vant upp á seg. Soleiđis vóru vit viđ til at menna grřnlendingar”, sigur Pedda hjá Jesari.

    Stríddust um fiskaprísin

    Í sekstiárunumn var stundum trupult at fáa menn at rógva út í Fřroyingahavnini. Í 1964 tók seg upp eitt stríđ um tann fiskaprísin, sum Nordafar og Grřnlandsfelagiđ lótu. Felagiđ hjá útróđrarmonnum sínum monnum bann fyri at gera sáttmála viđ Grřnlandsfelagiđ, men tá samanumkom fóru fleiri bátsmanningar avstađ.

    Stríđiđ hevđi kortini viđ sćr, at nógvir ađrir settist aftur, og hetta áriđ vóru nógv fćrri bátar í Fřroyingahavnini og norđaru havn í Ravnsoynni, sum eisini var farin at avreiđa til flakavirkiđ hjá Nordafar.

    Tađ břtti tó ikki so lítiđ um, at bátarnir í Grátufjřrđinum og syđru havn í Ravnsoynni hetta summariđ fóru at avreiđa feskan fisk til Nordafar. Skip sigldu í fřstum farti úr Grátufjřrđinum og Ravsoynni norđur í Fřroyingahavnina viđ fiskinum.

    Oddamađur í útróđrarmannafelagnum var tann gamli trolaraskiparin Kvívíkar Tummas. Tá summir menn fóru avstađ, stađfesti hann, at felagiđ var sprongt. Tvćr vikur seinni fór kortini eisini yvir í Fřroyingahavnina at rógva út einsamallur mađur viđ seksćringinum ”Tummasar Jógvani”.

    Kvívíkar Tummas fylti 70 í Fřroyingahavnini hetta summariđ.

    Nýggir Nordafarbátar

    Nordafar og Grřnlandsfelagiđ ásannađu um hetta mundiđ, at skuldu felřgini varđveita menninar viđ sínum egnu bátum, so var neyđugt at bjóđa teimum betur arbeiđsumstřđur.

    Tađ var gjřrt á tann hátt, at bygdir vórđu nýggir bátar til manningarnar á NDF-bátunum í Fřroyingahavnini. Váriđ 1965 komu heilir átta nýggir bátar í Fřroyingahavnina. Teir vóru bygdir í Noregi og tóku 15 tons.

    Trupulleikar vóru av hesum bátum í fyrstani, tí teir vóru ikki nóg vćl innrćttađir, og hartil vóru teir smalir og lćttir, men tá brekini vóru rćttađ, vístu teir seg at fiska munandi betur, enn teir gomlu NDF-farbátarnir, sum vóru frá 1955.

    Flakavirkiđ hjá Nordafar hevđi síni bestu ár báđu megin miđjuna av sekstiárunum. Eitt áriđ komu heili 9000 tons upp á land í Fřroyingahavnini frá meir enn 70 bátum í Tovkussak, Fřroyingahavnini, Grátufjřrđinum og báđum havnunum í Ravnsoynni.

    Eina tíđ var so nógvur fiskur, at Nordafar sendi ikki flutningsskipini suđur í Ravnsoynna, tí flakavirkiđ klárađi ikki at arbeiđa undan. Tá fóru summir at salta, og fingu eina góđa eykainntřku.

    Sorgarleikur í Grátufjřrđinum

    Fřroyingar sluppu ikki undan sorgarleikum í Grřnlandi, hóast fřroyska fiskivinnan slapp munandi betur burtur úr árunum í Grřnlandi enn árunum millum heimsbardagarnar undir Íslandi, sum kostađu fleiri skipsmanningar.

    Vit mistu bćđi skip og bátar í Grřnlandi, men ongar heilar skipsmanningar ella bátsmanningar. Nakrir menn doyđu slóu út og doyđu av řđrum vanlukkum hesi árini, og í 1966 hvarv ein genta, sum var kokkur hjá útróđrarmonnum í Grátufjřrđinum.

    Tann 25-ára gamla Diana Jacobsen úr Haldórsvík hevđi bert veriđ fáar dagar í Grřnlandi, tá hon ein seinnapart hvarv á ferđ millum norđaru og sunnaru havn í Grátufjřrđinum. Stór leiting varđ sett í verk, men hon spurdist ongantíđ aftur.

    Sonja-Larsen vćl kendur

    Kendasti fřroyingur í Grřnlandi eftir seinna heimsbardaga mundi vera hvalskjúttin Johannes Larsen úr Suđuroy. Hann var skipari á hvalabátunum ”Sonja” og ”Sonja Kaligtok” hjá KGH, sum komu inn í so at siga hvřrja bygd viđ tvřsti.

    Í bókini er ein frágreiđing um hann og hansara virksemi eins og brot úr teimum endurminningum, hann hevđi, tá hann fór úr Grřnlandi av řllum í 1966.

    Fleiri ađrir fřroyingar vóru viđ honum viđ hvalabátunum, og tá KGH opnađi hvalastřđ í Tovkussak í fimmtíárunum arbeiddu eisini fleiri fřroyingar har.

    Teir tóku land, sjeynda bók, er skrivađ viđ lřttum penni, og er prýdd viđ um 150 myndum. Anker Ei Petersen hevur teknađ permu og kort. Hestprent í Havn hevur stađiđ fyri prentumsitingini, og bókin kostar 299 krónur.

    ---


    < Framlřgurřđa um kapitalvinning | Signeri í Klaksvík og í Havn >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR