Enn ein bók í vælumtóktu røðini ”Teir tóku land” eftir Jógvan Arge er komin í handlarnar. Hetta er fimtanda bókin hann letur úr hondum og tann sjeynda í hesi røðini. Bókin lýsir umstøðurnar hjá føroyskum útróðri og flakavinnu í Grønlandi í meginpartin av sekstiárunum.
Stundum kom ein øgiligur fiskur upp á land í Føroyingahavnini, og besta árið fekk flakavirkið hjá Nordafar heili 9000 tons í ráfiski úr útróðrarhavnunum í Tovkussak, Føroyingahavnini, Grátufjørðinum og báðum havnunum í Ravnsoynni.
Alsamt fleiri útróðrarmenn løgdu um frá saltfiski til feskfisk. Tað hevði við sær, at Samvinnufelag Fiskimanna gavst at skipa fyri. Teir flestu menninir avreiddu til Nordafar, men í Borgshavn og Kangarssuk skipaðu teir egið felag fyri saltfiskamenn.
Stundum hildu útróðrarmenn fiskaprísin vera ov lágan, og til tess at halda upp á sítt fólk gjørdi Nordafar seg í 1965 betur út við nýggjum deksbátum. Teir fiskaðu meir enn teir gomlu NDF-bátarnir.
Dentur verður í bókini lagdur á at lýsa dagligdagin hjá útróðrarmonnum í Grønlandi gjøgnum samrøður við menn, sum vóru fleiri ár í eitt nú Føroyingahavnini og Kangarssuk. Nortið verður eisini við sorgarleikin, tá ein víkargenta hvarv í Grátufjørðinum í 1966.
Serligur kapittul er skrivaður um kendasta føroyingin í Grønlandi eftir heimsbardagan, suðuroyingin Johannes Larsen, sum var skipari og skjútti á hvalabátunum hjá KGH. Hvørt mansbarn kendi hann og nevndi hann Sonja-Larsen.
Í 1964 vóru samráðingar um rættindi føroyinga í Grønlandi. Sáttmálin varð endurnýggjaður, men tað kom greitt til sjóndar, at grønlendingar sum fráleið sjálvir vildu hava sum mest av ágóðanum av fiskinum í grønlendskum sjógvi.
Um alt hetta og meir aftrat kann lesast í ”Teir tóku land” nr. 7, sum er góðar 200 síður og er prýdd við 150 myndum og kortum. Kostnaðurin er 299 kr. í handlunum. Anker Eli Petersen hevur teknað permu og kort og Hestprent hevur havt prentumsitingina um hendur.
---