FORSÍĐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓĐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráđiđ (1163)
  • Břkur (40)
  • Fólkatingiđ (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Lřgtingiđ (234)
  • Rřđur (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viđmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síđuna
  • Ćvisřga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrřđur
  • Vallýsing 2001
  • Býráđsvaliđ 2000
  • Eitt 100 ára stríđ

  • FLEIRI GREINIR
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bćđi frásřgufólk og originalar
  • Jógvan Arge 70 ár
  • Meiriluti fyri sjálvstřđu og sjálvberandi búskapi


  • 13.11.2002 | Evni: Lřgtingiđ
    Nýggj stuđulsfólkaskipan

    Landsstýriđ hevur lagt fram uppskot um broyting í lóg um almenna forsorg. Hetta uppskotiđ snýr seg um at stovna eina stuđulsfólkaskipan fyri vaksin.

    Endamáliđ er at stuđla vaksnum heimabúgvandi millum 18 og 67 ár, sum eru rřrslutarnađ ella hava avmarkađan sálarligan fřrleika, so tey kunna liva eitt sjálvstřđugt og virkiđ lív.

    Ćtlanin er at lógin skal koma í gildi 1. januar nćsta ár, og at hon sum frálíđur heilt skal avloysa eina eitt árs gamla lógarheimild í lřgtingslógini um almannapensjónir, sum heimilar Almannastovuni at veita fyritíđarpensjonistum viđ serligum třrvi persónligan stuđul í heiminum.

    Viđ tí nýggja lógaruppskotinum verđur stuđulsfólkařkiđ fyri vaksin flutt frá Almannastovuni til Heimarřktina/Serforsorgina, og játtanin verđur broytt frá at vera lógarbundin til at vera ein rakstrarjáttan.

    Tađ eru sambćrt landsstýrinim fleiri orsřkir til, at hetta lógaruppskot sćr dagsins ljós.

    Í einum áliti um stuđulsfólkařkiđ sum heild varđ í fjřr sagt, at broytingar áttu at verđa gjřrdar, tí at verandi stuđulsfólkaskipanir vóru ikki nóg góđar. Samstundis varđ mćlt til at umskipa alt stuđulsfólkařkiđ í fýra bólkar: 1) břrn undir skúlaladri, 2) břrn í skúlaaldri, 3) vaksin og 4) barnafamiljur.

    Avgjřrt varđ at fara undir at umskipa stuđulsfólkaskipanina fyri vaksin, og í einum nýggjum áliti varđ mćlt til at fáa til vega ta neyđugu lógarheimildina og leggja stuđulsfólkaskipanina undir Heimarřktina og Serforsorgina.

    Stuđulsfólkaskipanin fyri vaksin hevur higartil kunnađ veitt fyritíđarpensjonistum í egnum heimi stuđlar. Til december 2001 varđ hetta gjřrt eftir grein 12 í lógini um almannapensjónir, sum í stk 1 sigur, at persónlig viđbót kann verđa veitt einum pensjonisti, sum hevur serliga trupul kor.

    Hetta kundi kortini ikki halda fram, tí kćrunevndin í almannamálum vísti á, at fíggarligur stuđul kundi ikki játtast sum persónligt ískoyti eftir hesi lógargrein, tí hesar reglur vóru ćtlađar sum ískoyti til pensjón hjá eitt nú avlamispensjonistum viđ serliga truplum korum.

    Kćrunevndin segđi eisini, at ongin heimild var heldur í grein 17 í forsorgarlógini at játta stuđulsfólk til vaksin heimabúgvandi.

    Til tess at hetta řki ikki skuldi steđga upp, gjřrdi lřgtingiđ í fjřr eitt ískoyti til pensjónslógina, sum sigur, at Almannastovan kann játta at veita fyritíđarpensjonistum viđ serligum třrvi persónligan stuđul í heiminum. Hendan heimild er tíđaravmarkađ til 1. december í ár.

    Nú leggur landsstýriđ sum nevnt fram uppskot um eina nýggja stuđulsfólkaskipan fyri vaksin sambćrt forsorgarlógini, men samstundis verđur biđiđ um, at tann tíđaravmarkađa heimildin frá í fjřr verđur longd til 1. august nćsta ár, so tann verandi skipanin kann avviklast uttan stórvegis trupulleikar samstundis sum tann nýggja verđur sett í verk.

    Trivnarmálaráđiđ sigur, at tađ hevur valt at útvega ta nýggju heimildina til stuđulsfólkaskipanina fyri vaksin í forsorgarlógini heldur enn í penjsónslógini, tí pensjónslógin helst ikki skal fevna um rakstur av eini fyriskipan.

    Pensjón er ein ávís upphćdd til ein persón, um hann lýkur ávís krřv, sum eru sett í lógini. Í forsorgarlógini er heimild at seta á stovn stovnar og fyriskipanir á almannařkinum, og heimildin til heimarřkt er eisini ásett í hesi lóg.

    Í tí nýggju skipanini er ćtlanin at Almannastovan framvegis skal viđgera umsóknir og koma viđ tilmćlum um stuđul.

    Leiđarin fyri stuđulsfólkaskipanini skal hava ta fíggjarligu, fyrisitingarligu og pćdagogiskua ábyrgdina av skipanini og skal eftir ćtlanini taka endaliga avgerđ um stuđul.

    Viđ málinum eru lřgd ymisk ummćli eitt nú frá Meginfelag teirra Brekađu og Almannastovuni- Hađani eru ymsar viđmerkingar, sum eg rokni viđ verđa tiknar viđ í viđgerđina, tá máliđ kemur til nevndarviđgerđ.

    Síggi, at MBF viđmerkir, at fólk viđ sansubrekum áttu at veriđ nevnd í endamálsgreinini. Fari at spyrja landsstýrismannin, hvřr munurin er á tilmćlinum hjá MBF og uppskoti hansara?

    Fyri tjóđveldisflokkin kann eg siga, at vit fara at geva málinum eina góđa og seriřsa viđgerđ í trivnađarnevndini. Tađ er ongin ivi um, at tađ hevur týdning, at skipanir sum hendan, virka vćl og trygt.

    Uppskotini, sum vóru til viđgerđar, eru hesi:

    Nr. 19: Lřgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

    Nr. 20: Lřgtingslóg um broyting í lóg um almannapensjónir

    ---


    < Sjálvsognarstovnar undir kommununa? | Fimtanda bókin eftir Jógvan Arge >

    BŘKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verđa vanliga svarađir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síđuna til tína byrjunarsíđu!
  • Bílegg břkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR