FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 06.11.2002 | Evni: Løgtingið
    Evnisdagur fyri tingmenn
    Løgtingsmenn vóru týsdagin kallaðir saman við evnisdag á Parnassinum á Hotel Hafnia. Dagurin var serliga ætlaður nýggjum tingmonnum, men aðrir kundu eisini møta.

    Samanumtikið var tað ein blandingur av nýggjum og gomlum tingmonnum, sum sótu kring borðið á Parnassinum, meðan fulltrúar á løgtingsskrivstovuni greiddu frá.

    Evnini vóru valdsbýtið í stýrisskipanarlógini, tingið sum lóggávumyndugleiki og tingið sum eftirlitsmyndugleiki, politiskt og rættarliga.

    Viðurskiftini millum løgtingið og landsstýrið vóru serliga nógv umrødd. Eitt av málunum, sum tingmenn tóku upp, var, at løgtinguð stundum er ov generøst, tá tað gevur landsstýrinum heimild til at áseta nærri reglur við kunngerðum.

    Hetta kann hava við sær, at løgtingið sleppur endanum, sum tað eigur at halda í, varð ført fram.

    Virðið á løgtingssamtyktum var eisini viðgjørt. Nevnt varð, at landsstýrismenn eru ikki rættarliga bundnir til at fylgja teimum.

    Hinvegin skula teir fylgja teimum lógarsamtyktum, sum verða gjørdar, men løgmaður hevur heimild til at siga nei til at staðfesta eina lóg, sum er samtykt á tingi.

    Tað vóru fulltrúarnir Sjúrður Rasmussen, Kristina Samuelsen og Høgni Joensen, sum greiddu frá. Edmund Joensen, løgtingsformaður, kunnaði at enda tingmenn um, hvat er góður siður á tingi.

    Eitt er, at løgtingsmenn á tingsins røðarapalli skula tala gjøgnum formannin. Annað er, at teir skula nevna aðrar tingmenn við bæði fornavni og eftirnavni og løgmann skula teir nevna løgmann.

    Tingmenn skula vera siðiligir og lurta eftir formanninum, sum hevur heimild at taka orðið frá teimum. Tað er bara hent eina einastu ferð, tá Finnbogi Ísakson fyri nøkrum árum síðani tók orðið frá Henrikki Old.

    Hetta sigst vera einasta tilfelli av sínum slag í øllum Norðurlondum. Síðani hevur Henrik Old kortini fingið málið fyri seg aftur, og tað er ein sjáldsamur tingfundur, har hann ikki hevur orðið.

    ---


    < Gestarøða á HB-veitsluni 2002 | Nýggj bók í næstu viku >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR