FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 25.10.2002 | Evni: Býráðið
    Fleiri kommunulæknar

    Tórshavnar Býráð hevur samtykt at mæla til at tveir kommunulæknar verða settir aftrat í Tórshavnar Kommunu. Mælt verður til, at ein verður settur aftrat í 2003 og upp aftur ein í 2005. Býráðið samtykti hetta einmælt.

    Kortini var eitt sindur av orðaskifti um eitt nú samband kommunurnar við kommunulæknarnar. Tað tykist ikki at vera nevnivert. Undirritaði reisti spurningin um kommunan kann gera nakað fyri at kommunulæknarnir veita sínum kundum betri tænastu.

    Sum nú er er tað eitt ódnartak at fáa fatur á einum kommunulækna. Tú skalt vera skjótur á telefonini fyri at fáa samband, og tann, sum er illa fyri frammanundan, kann leggjast á songina av teirri ovbyrjan, sum stendst av telefonakrobatikkinum, ið skal til fyri at hitta ein kommunulækna.

    Upplýst varð á fundinum, at kommunan hevur onki regluligt samband við lækarnar, hóast teir eita kommunulæknar, og hóast tað er kommunan, sum útvegar teimum arbeiðshølir.

    Tó hevur ein samstarvsnevnd sitið partanna millum herfyri. Hon umrøddi serliga spurningin um edv-útgerðina hjá komunulæknunum.

    Har vóru fleiri fundir, men trupulleikin var bara tann, at læknarnir vóru djúpt ósamdir, um teir skuldu hava eina íslendska edv-skipan ella eina danska.

    So vítt menn vistu á býráðsfundinum er málið ikki loyst enn - orsakað av ósemjuni millum læknarnar.

    Annars var tað hildið at vera eitt hugskot framvegis at hava eina samstarvsnevnd millum Tórshavnar Kommunu og kommunulæknarnar í kommununi, og ætlanin er at reisa málið sosialu nevnd í næstum.


    < Rýma úr býráðnum | Gestarøða á HB-veitsluni 2002 >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR