FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 25.10.2002 | Evni: Býráðið
    Rýma úr býráðnum

    Býráðslimir í samgonguni hava lítlan hug at sita í býráðnum í løtuni. Ein fyri og annar eftir fara teir í farloyvi. Bjarti Mohr hevur verið í farloyvi í hálvan annan mánaða, og síðani hann tók sæti aftur, hevur hann ikki verið at sæð, tí hann er uttanlands. Páll Petersen var hansara varamaður.

    Páll Petersen hevur kortini aftur verið á býráðsfundum hesa vikuna. Nú er tað tí, at formaðurin í havnarnevndini Jákup Suni Joensen í Kollafirði er farin í farloyvi. Hvussu leingi hann verður burtur er ikki greitt, men ið hvussu er verður tað meir enn 14 dagar.

    Í dag er komið undan kavi, at Schumann Hjaltalin eisini ætlar sær í farloyvi frá býráðnum. Hann hevur so nógv um at vera, at hann, eins og hinir báðir, hevur ikki stundir at røkja býráðsarbeiðið ið hvussu so er í 14 dagar. Í hansara stað kemur Súsanna Dam á Argjum inn í býráðið.

    Tað er ikki sørt løgið, at hesir meirilutamenninir, ið allir hava týðandi sessir í býráðnum, nú brádliga raðfesta hetta arbeiði so niðarlaga, at teir hvør eftir annan leggja sessirnar niður.

    Tríggir býráðslimir vantaðu eisini á býráðsfundi, sum var í kvøld. Teir vóru Jan Christiansen, býráðsformaður, Bjarti Mohr og Beate L. Samuelsen.

    Hetta gjørdi, at samgongan var um at koma í minniluta í einum prinsipiellum máli. Líkt var til, at Páll Petersen fór at atkvøða saman við teimum fýra umboðunum fyri andstøðuna. Hvat gjørdi virkandi formaðurin so?

    Hann gjørdi tað ótrúliga, at hann beinleiðis spurdi Páll sum samgongumann, hvat hann ætlaði at atkvøða. Páll segði seg aldrin hava verið úti fyri slíkum ágangi, men svaraði, at hann fór at atkvøða saman við andstøðuni.

    Tá tók virkandi formaðurin málið av dagsskránni beint upp undir atkvøðugreiðsluna.

    Minnilutin mótmælti hesi margháttliga og ódemokratisku mannagongd, men mótmælið varð ikki tikið til eftirtektar.

    ---


    < Teir feldu frítíðarskúlan | Fleiri kommunulæknar >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR