Eg eri komin væl áleiðis við eini nýggjari bók í røðini Teir tóku land. Hetta verður tann sjeynda bókin í røðini. Arbeiðið er komið so mikið langt, at bókin so smátt er farin til umbrótingar á Hestprenti, og væntandi verður hon klár at senda til prentingar, tá ein góða vika er farin av oktober. Eydnast tað, so er ikki óhugsandi, at bókin verður á marknaðinum um 1. november.
Hendan bókin snýr seg um føroyskan útróður í Grønlandi miðskeiðis í sekstiárunum. Meginparturin av tilfarinum er um útróðurin í ymsum havnum árini frá 1962 til 1966. Hesa tíðina hendi tann broyting, at fleiri havnir fóru frá saltfiskinum til feskfisk.
Menn fóru samstundis frá Samvinnufelagnum til Grønlandsfelagið. Nordafar tók upp á seg at flyta feskan fisk úr báðum havnunum í Ravnsoynni, Grátufjørðinum og seinni eisini úr Tovkussak. Hetta hevði við sær, at stundum kom nógvur fiskur til flakavirkið í Føroyingahavnini, sum okkurt summarið táttaði í 7000 tons av ráfiski.
Saltfiskamenninir blivu so fáir eftir, at Samvinnufelagið gavst, og menninir í Borgshavn og Kangarssuk stovnaðu saman við heilsøluna hjá Balslev partafelagið Royndina at taka sær av samskipanini hjá teimum. P/F Marr & Co tók sær stundum av áhugamálunum hjá monnunum á Eggersoy.
Í bókini verða sum vant nógvar myndir og fullfíggjaður listi verður yvir allar útróðrarmenn í Grønælandi 1964, 1965 og 1966.
Tann seinasta bókin um grønlandsútróðurin kemur væntandi næsta heyst.
---