Politiskt orðaskifti í ÚF sunnudagin 21. apríl 2002:
Gott kvøld, góðu landsmenn.
Løgtingsvalið í aðru viku er eitt avgerandi val fyri føroyingar. Hetta val stendur ímillum at halda fram ta sjálvstýristilgongd, sum vit eru farin undir, ella at steðga upp í heimastýri.
Tjóðveldisflokkurin er sannførdur um, at tað besta fyri Føroyar er at vera eitt sjálvstøðugt land, og vit eru øll komin væl áleiðis í okkara starvi.
Leiðin fram móti fullari sjálvstøðu er, at føroyski búskapurin verður sjálvberandi. Vit hava fingið skil í búskapin. Hann hevur aldrin havt tað so gott sum nú.
Vit hava havt stór avlop á landsroknskapinum, hava stórt sæð ikki brúkt burtur av blokkstudninginum, og landið eigur 2,5 milliardir krónur í Landsbankanum.
Vinnan hevur sjáldan gingið so væl sum í hesum árum. Hon blómar uttan studning úr landskassanum, og serfrøðingar staðfesta, at føroyska fiskivinnan er tann mest lønsama og kappingarføra í Norðuratlantshavi. Tjóðveldisflokkurin vil veita vinnulívinum tryggar karmar.
Tað grør av sonnum um gangandi fót. Allir lønarniðurskurðir eru burtur og pensjónir og aðrar veitingar eru hækkaðar munandi.
Vit eru av álvara farin undir aftur ta uppbyggingarstarv, sum steðgaði við kreppuni. Vit seta trivnaðarmálini í fokus og raðfesta eldrarøktina, ansingarmál, rættin til bústað og sjúkrahúsverkið.
Tjóðveldisflokkurin er farin til val upp á løgtingssamtyktina um sjálvstýri Føroya fólks. Samtyktin er ein miðvís ætlan um, at føroyingar taka øll málsøkir upp á seg og minka blokkin samsvarandi.
Tá tað er gjørt, skal Føroya fólk taka støðu til framtíðina hjá Føroyum sum fullveldi.
Lat meg at enda í hesum umfarinum nevna tríggjar høvuðssetningar í okkara stevnu:
Tjóðveldisflokkurin stendur fyri politikkinum um einar frælsar og sjálvberandi Føroyar.
Vit standa fyri politikkinum um eitt frælst og sjálvberandi vinnulív uttan politiska uppílegging.
Vit standa fyri politikkinum um ein samhaldsfastan vælferðarpolitikk fyri øll, sum byggir á tey virðir, sum okkara egna fólk skapar í sínari vinnu á sjógvi og landi.
Tøma landskassan
Valið um 10 dagar stendur millum ein politikk, sum miðar eftir einum sjálvberandi Føroyum, og eitt stýri, sum ikki hevur aðra hugmynd enn at tøma landskassan.
Vit hava hoyrt, hvat sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin hava ført fram upp undir hetta valið.
Teir hava onki álit á, at føroyingurin megnar at vera harri í egnum húsi. Teir hava heldur onki álit á, at føroyingurin megnar at framleiða til sín egna tørv.
Javnaðarflokkurin leggur eina ítøkiliga ætlan fram, men hevur onga hugmynd um, hvaðani hann skal fáa pengarnar – uttan at tøma landskassan.
Sambandsflokkurin boðaði frá, at hann hevði loysnirnar fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum. Sum líður út í valstríðið kemur undan kavi, at hann hvørki hevur eitt ella annað.
Tað gav at bíta í gjárkvøldið, tá floksformaðurin segði, at samfelagið skuldi útbyggjast og allir núverandi trupulleikar loysast - samstundis sum skattur og MVG skula lækka.
Tað veit ein og hvør, at tað ber ikki til, og í øllum meldrinum varð lagt aftrat, at sambandsflokkurin fer ikki at tøma allan landskassan – beinanveg.
Vit ivast ikki í, at eisini hetta er ein sannleiki við modifikasjónum. Tí, hyggja vit at, hvat sambandsflokkurin hevur staðið fyri seinastu fýra árini, so hava vit alla grund til at óttast.
Flokkurin hevur lagt eina rúgvu av útreiðsluuppskotum fyri løgtingið. Hesi uppskotini fevna um meira enn eina heila milliard krónur, sum sambandsflokkurin vildi hava játtaðar aftrat tí, sum var á fíggjarlógini.
Tað vil siga, at fáa sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin makt, sum teir hava akt, hevur Føroya fólk alla grund til at óttast fyri búskaparligu gongdini í landinum.
Hinumegin stendur Tjóðveldisflokkurin fyri eini ábyrgdarfullari búskaparligari kós, har álitið verður sett á føroyingin í Føroyum, og meginreglan til eina og hvørja tíð er at brúka minni enn vit tjena!
Løgfrøðin og fullveldið
Eitt av aðalmálunum hjá tjóðveldisflokkinum er at fáa dómstólar, rættarskipan og løgreglu á føroyskar hendur. Tá alt kemur til alt, er hetta hitt týdningarmesta málsøkið í allari sjálvststýristilgongdini.
Uppi í er spurningurin um at skipa rættarsamfelagið Føroyar og spurningurin um rættartrygdina hjá føroyingum. Sum nú er hava vit so at siga onga ávirkan á hesi viðurskiftini. Tey verða stýrd og løgd til rættis úr einum fremmandum samfelag.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað hevur alstóran týdning, at føroyingar koma beinleiðis upp í arbeiðið við hesum týdningarmiklu málum.
Tað er umráðandi, at vit menna okkara løgfrøðiliga kunnleika, okkara kunnleika til at viðgera lógir og skipanir og á tann hátt gera okkum út til at sita fyri dómstólum, ákæruvaldi og løgreglu.
Vit eiga eisini at gera nógv við at undirvísa og granska í løgfrøði í Føroyum.
Løgfrøði er sjálvræði, og tjóðveldisflokkurin virkar fyri veruligum frambrotum á hesum øki.
Tí hava vit arbeitt við at gera føroyska grundlóg. Hetta arbeiði skal halda fram, og vit hava sett okkum fyri, at Føroya fólk fyrst skal viðgera grundlógina og síðani taka støðu til hana í komandi valskeiði.
Onki er meira sjálvsagt fyri eina tjóð, enn at hon smíðar og umsitur sínar egnu lógir og rættarskipanir.
Og onki er meira sjálvsagt enn, at ein tjóð sjálv staðfestir rættindini hjá tí einstaka í egnum landi.
Rætturin til trivnað
Hetta valskeiðið eru munandi batar hendir á trivnaðarøkinum. Fólkapensjónin er hækkað munandi meir enn nakrantíð áður.
Fyritíðarpensjónin er hækkað nógv. Bøtt er munandi um skattaviðurskiftini hjá pensjonistum. Og sum heild eru veittar einar 150 mió kr. í skattalætta.
Í trivnaðarmáluim hevur tjóðveldisflokkurin ta stevnu, at eldrarøkt, dagstovnar og bústaðarmøguleikar skulu verða rættindi hjá øllum, sum ynskja tað.
Veruligar loysnir á trivnaðarmálunum eru eisini fortreytin fyri menning í vinnulívi og búskapi.
Vit vilja loysa hesi málini í semjum millum landið og kommunurnar. Tann akutta tørvin á eldrarøkt vilja vit virka fyri at nøkta eftir fýra árum.
Samstundis virka vit fyri eftir átta árum at kunna veita trygd fyri plássi á sambýli ella røktarheimi eitt ár eftir umsókn.
Vit mæla til, at í valskeiðnum verða játtaðar 25 milliónir krónur um árið, sum kommunurnar kunna søkja um í sambandi við gerð av røktarheimum,
Tjóðveldisflokurin vil virka fyri at longja barsilsskipanina til farloyvi í eitt ár og at børn hava trygd fyri ansing eftir hetta árið.
Vit virka eisini fyri, at lógin um Húsalánsgrunnin verður broytt, so hann kann taka stig til og fíggja alternativa íbúðarbygging í samstarvi við kommunurnar.
Tjóðveldisflokkurin vil eisini við lóg staðfesta rættindini hjá fólki við skerdum førleika.
Mentan í hásætið
Tjóðveldisflokkurin stendur fyri einum framsóknum mentanarpolitikki. Vit ásanna, at ein so lítil tjóð sum tann føroyska, eigur at brúka lutfalsliga fleiri pengar til mentanarlig endamál enn stórar tjóðir.
Okkara landsstýrismaður hevur herfyri lagt fram eitt álit um mentan og menning. Hetta álit er um ta skapandi mentanina og mælir til, at henni verða veittar betur umstøður, enn hon hevur í dag.
Eg haldi, at vit dag og dagliga fáa sjón fyri søgn fyri, at listarfólk okkara hava góðar umstøður uppibornar.
Tey smæðast ikki burtur, og verða eitt fyri og annað eftir viðurkend úti í heimi. Vit kunna bara nevna Jóanis Nielsen, Sunleif Rasmussen, Clickhaze, Aldubáruna, Pætur við Keldu, Brandur Enni og Týr.
Vit hava sett okkum fyri at stovna ein lista- og tónleikaskúla og at fara undir Tjóðleikpall Føroya, sum skal vera karmur um bæði leiklist og tónleik.
Vit virka fyri, at umstøðurnar hjá bókaútgávu, mentanarstovnum og listafólkum sum heild verða betri,og at stuðlað verður upp undir átøk, sum skapa føroyskari yrkislist møguleikar heima og úti.
Sum skjótast vilja vit eisini hava gjørt eitt álit um umstøðurnar hjá ítrótti, áhugalist og øðrum frítíðarvirksemi, sum hevur ómetaligan týdning fyri fólksins trivnað í landinum.
Avgerandi val
Føroya fólk. Týsdagurin 30. apríl er ein lagnudagur fyri Føroyar.
Tann dagin avgera tit, um tann góða og positiva gongdin, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini, skal halda fram.
Tá avgera tit, um haldast skal fram á sjálvbjargnisleið - ella bakstrevið skal fáa valdið aftur.
Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg fram at ganga á odda í frælsisstríðnum og vil samstarva við allar góðar og samsintar kreftir.
Tjóðveldisflokkurin stendur fyri politikkinum um einar frælsar og sjálvberandi Føroyar.
Vit standa fyri politikkinum um eitt frælst og sjálvberandi vinnulív uttan politiska uppílegging.
Vit standa fyri einum samhaldsføstum vælferðarpolitikki fyri øll, sum byggir á tey virðir, ið føroyingar sjálvir skapa í sínari vinnu á sjógvi og landi.
Far tí á val og vel tjóðveldisflokkin. Tá ger tín atkvøða mun.
Takk fyri.
---