FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 22.04.2002 | Evni: Løgtingið
    Tú skapar virðini - tú eigur rættin
    Úr valskrá Tjóðveldisfloksins 2002:

    Tú skapar virðini - tú eigur rættin

    Tjóðveldisflokkurin vil, at føroyingar vinna sær javnstøðu sum tjóð í heiminum, og at allir føroyingar vinna javnstøðu innanhýsis í einum frælsum, føroyskum samfelag. Hetta kann ikki skiljast sundur

    Føroyingar skulu hava fult ræði á øllum viðurskiftum í egnum landi, og vinna sær viðurkenning til at taka lut í samstarvi millum heimsins tjóðir.

    Men ein sjálvstøðug tjóð er eisini amboðið til at tryggja, at vit øll hava somu rættindi í samfelagnum og somu møguleikar. Fræls fólk í færlsum landi. Tað er setningurin.

    Verulig vælferð í egnum landi

    Vælferð byggir ikki á at vera heft at peningaveitingum, sum onkur annar hevur ræðið á. Vælferð byggir ikki á, at politiskar flokkar bjóða seg fram upp undir val at lova veitingar frá øðrum, sum teir síðani skerja, tá kassin er tómur.

    Verulig vælferð er at hava mest møguliga ávirkan á egnar lívsumstøður og at kunna liva eitt lív við sjálvsvirðing.

    Verulig vælferð er lívsdygd og javnbjóðis møguleikar í gerandisdegnum.

    Verulig vælferð byggir á okkara egnu framleiðslu og okkara egna tilfeingi.

    Verulig vælferð er ein rættur hjá hvørjum einstøkum. Ikki ein olmussa aðrastaðni frá.

    Verulig vælferð má byggjast á fólkaræði, frælsi og javnrætt. Tað vil Tjóðveldisflokkurin.

    Vit seta álitið á á teg

    Tjóðveldisflokkurin fekk eina álitisváttan frá tær til løgtingsvalið fyri 4 árum síðani.

    Stundin var komin at gera upp við heimastýrisóskilið, sum hevði drigið alla ábyrgd og alla sjálvsvirðing undan føroysku tjóðini.

    Vit vildu byggja land

    Vit vildu skapa tryggar karmar um at endurreisa samfelagið á egnari grund og egnum fortreytum.

    Vit vildu í eini tillagingartíð gera okkum leys av donskum studningi og raðfesta sosialu trygdina hægst.

    Vit vildu eitt sjálvberandi vinnulív, sum skapar grundarlagið fyri vælferð.

    Vit skipaðu samgongu í semju at skipa einar frælsar Føroyar.

    Og vit hava hildið fast við kósina, hóast stóra mótstøðu og broytingar, tá vit ikki fingu ein sáttmála í semju við Danmark.

    Men politikarar og ein samgonga skapa onki í sjálvum sær.

    Vit kunnu bert halda fast um ein miðvísan politikk og stýra við búskaparligum skili.

    Tú gavst okkum álit og vit settu álitið á teg. Og tað hevur loyst seg.

    ---


    < Takk fyri gott avrik | Frælsar Føroyar fyri øll? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR