Kapitul 8 í valskrá Tjóðveldisfloksins:
Einar reinari Føroyar
Reint og mennandi umhvørvi - Umhvørvisvinarliga tøkni - Alternativa orku
Sum tjóð, ið er óloysiliga tengd at náttúruni, eiga føroyingar at ganga á odda fyri, at umhvørvisfyrilit gerast sjálvsagdur partur av ætlanum og avgerðum á øllum samfelagsøkjum.
Tjóðveldisflokkurin vil styrkja almenna umhvørvispolitikkin við m.ø. hesum tiltøkum:
Í samstarvi við vinnuna skulu greiðar skipanir gerast til at kanna og vátta umhvørvisdygd og heilsufrøðilig krøv mótvegis umheiminum og heimsmarknaðinum.
Eggjast skal til lokal tiltøk við orkusparing, umhvørvisundirvísing og fríðkan.
Umhvørvisskrivstova verður sett á stovn til tess at samskipa umhvørvispolitikkin.
Eitt framkomið Náttúrugripasavn við sjósavni verður skipað. Savnið hevur sum endamál at gerast ein kunningarmiðdepil, ið lýsir sambandið millum menniskja og náttúru.
Nýggj veiði- og framleiðslutøkni, ið fær mest møguligt burtur úr tilfeinginum við minst møguligari orkunýtslu og minst skaðiligum árini á náttúru og menniskju skal mennast í samstarvi millum almennar granskingarstovnar og vinnuna.
Alternativ orka
Orkuframleiðslan í Føroyum skal ikki overva umhvørvið og skal miða eftir at nýta varandi orkukeldur.
Royndir við alternativum orkukeldum, eitt nú vind-, aldu- og streymorku skulu fremjast, so orkutørvurin kann nøktast varandi, og dieselorkuverkini verða avloyst.
Avgjalds- og príspolitikkur eigur at geva fyrimun fyri orkusparing og minkandi nýtslu, ikki avsláttur fyri stóra nýtslu.
---