Útvarpið og Dimmalætting hava gjørt eina veljarakanning, sum vísur, at Tjóðveldisflokkurin hevur størstu undirtøkuna í løtuni.
Eftir kanningini fær Tjóðveldisflokkurin 26% av atkvøðunum. Hetta eru 0,9% fleiri enn við seinastu kanning, sum hesir stovnar lótu gera fyrst í mars.
Næstur kemur Javnaðarflokkurin við 23,6%, sum er 0,7% minni enn seinast.
Sambandsflokkurin er triðstørstur við 21,9%, sum er ein afturgongd upp á 1,9%.
Fólkaflokkurin fær 17,7%, sum er ein framgongd upp á 0,4%.
Bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin koma inn á ting sambært hesi kanningini.
Miðflokkurin fær 6,6%, sum er ein framgongd upp á 1,3% í mun til seinastu kanning fyrst í mars.
Sjálvstýrisfkokkurin fær 4,2%, sum er tað syum seinast.
Tingmannabýtið verður átta í part til Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin, sjey til Sambandsflokkin, seks til Fólkaflokkin, tveir til Miðflokkin og ein til Sjálvstýrisflokkin.
Eftir hesum kunna teir smáu flokkarnir fáa týdning í spurninginum um at skipa samgongu.
---