Nýggj grein, sum er send bløðunum:
Eftir 120 ára langt tjóðskaparstríð er tað natúrligt, at Føroyar verða sjálvstøðugt land. Hesum virkar Tjóðveldisflokkurin fyri.
Vit arbeiða eftir samtyktini um sjálvstýri Føroya fólks, ið miðar eftir at fremja yvirtøkur og minka blokkin burtur eftir eini fastari ætlan. Tá yvirtøkurnar eru framdar, skal tjóðin taka avgerð um at skipa Føroyar sum fullveldi.
Við fullveldi fara føroyingar frítt at kunna samstarva við Danmark og øll onnur lond á jøvnum føti. Hetta kunnu vit ikki í dag. Undir danska statsvaldinum eru vit hvørki fræls tjóð ella eiga rættin til okkara land. Vit hava heldur ikki ræðið á okkara egnu undirgrund. Henda støða er óvirðilig og ódemokratisk.
Leiðin fram ímóti fullari sjálvstøðu er, at føroyski búskapurin verður sjálvberandi. Vit stevna við stórum fetum fram ímóti hesum máli. Í ár er samlaða framleiðslan hjá føroyingum í Føroyum 9,6 milliardir krónur. Av hesum er danski blokkurin 615 milliónir krónur ella bara 6,4 prosent. Á fíggjarlógini er blokkurin einans 18 prosent av inntøkunum.
Ongantíð er meira umráðandi enn nú at velja sjálvbjargnisleiðina. Valið snýr seg um at halda skil á búskapinum og stevna ímóti fullveldi ella at tøma landskassan og avreiða føroyskt sjálvræði.
Við at halda skil á búskapinum kemur ongantíð veruligt hóttafall á samfelagið. Eftir fýra ár við skilagóðum búskaparpolitikki eigur landskassin nú 2,5 milliardir krónur á bók, og ALS eigur 380 mió kr.
Haraftrat eru nógvir sosialir batar framdir. Pensjónirnar eru hækkaðar. Lønirnar eru komnir upp á rættvíst støði aftur. Lestrarstuðul og barnafrádráttur eru hækkaðir. Karensdagarnir eru burtur, og Landssjúkrahúsið verður útbygt.
Komandi árini vilja vit økja vælferðina uppaftur meira. Røktarpláss, alternativir bústaðir, búpláss til fólk við serligum tørvi og døgnrøktarskipan verða raðfest ovast.
Fortreytirnar fyri størri vælferð og framburði eru góðar, tí vinnulívið blómar. Síðani køvandi studningspolitikkurin fekk durafjórðingin, hevur gingið skjótt framá.
Serfrøðingar staðfesta, at føroyska fiskivinnan er tann mest lønsama og kappingarføra í Norðuratlantshavi. Hetta herðaklapp hava bæði arbeiðsfólk og leiðslur hjartaliga uppiborið.
Tjóðveldisflokkurin vil, at vinnulívið skal hava tryggar karmar at virka undir. Politikarar skulu ikki leggja seg út í raksturin. Skulu landsins ognir í vinnuni seljast privatum, skal opinleiki valda um sølurnar.
Stevnan er greið. Vel Tjóðveldisflokkin.
---