4. kapitul í Valskrá Tjóðveldisfloksins:
Einar vinnufremjandi Føroyar
Frælst vinnulív og støðugar karmar um vinnuna. Nei til studning og spekulasjón - ja til gransking og nýggjar vinnur. Lægri skatt á lønarinntøku og umhvørvisvinarliga framleiðslu
Greið mál fyri fiskivinnu, landbúnað og oljuvinnu
Tjóðveldisflokkurin vil hava greiðar linjur millum alment og privat. Tey skulu samstarva undir greiðum kørmum og ábyrgdum, men ikki vevjast saman í ógreiðar skipanir, óumhugsaðar “privatiseringar” o.a.
Politikarar skulu ikki reka og stýra vinnuni.
Tí vil Tjóðveldisflokkurin virka fyri, at ein føst og væl grundað semja fæst um, hvussu Fiskasølan, Føroya Fiskavirking og Føroya Banki eisini frameftir verða rikin á vinnuligum grundarlagi uttan politiska uppíblanding, og at skattgjaldarin fær tey virðini aftur, sum øll hava goldið fyri, við rentu av rentu.
Spekulasjónin við rættinum til alment tilfeingi skal støðgast og møguleiki skal verða hjá øllum at kappast í vinnuni á jøvnum føti.
Framtøk skulu gerast fyri nýggjar vinnur:
Framtaksgrunnurin skal umskipast, so minst helvtin av grunnafænum verður sett av til gransking og íløgur í nýggjar vinnur
Gengransking skal byrjast sum skjótast í Føroyum
Gransking í biotøkni skal setast í verk
KT- vinna og ferðavinna skal styrkjast
Føroyska tjóðin eigur oljuna
Oljan er funnin, og Tjóðveldisflokkurin vil tryggja, at oljan kemur øllum føroyingum til gagns.
Vit vilja:
Grundlógarfesta, at alt tilfeingið er ogn Føroya fólks
Menna føroyska gransking innan kolvetnisvinnuna, sum tryggjar tjóðini alla vitan av kolvetnisvirksemi og árinum tess.
Vit vilja brúka oljuvirksemið sum eitt fyridømi fyri tilfeingisumsiting, har tjóðin setir krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi, trygd og felags gagn.
Vit vilja brúka oljuvinnu sum lopfjøl til føroyskt vinnulív og føroyska umsiting at vinna sær royndir og virðing í altjóða kappingini.
Lægri skatt á lønarinntøku og umhvørvisvinarliga framleiðslu
Tjóðveldisflokkurin vil gera eina varandi politiska semju um broyting í skattaskipanini, har skattatrýstið á lønararbeiði og umhvørvisvinarliga framleiðslu skal minkast.
Fortreytin fyri at linka skattatrýstið er:
Ein greiður skilnaður millum almennar
vælferðaruppgávur øðrumegin og ábyrgdina hjá vinnuni og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum hinumegin.
At skattalóg og mvg-lóggáva ikki verða gjøgnumholaðar
At skatta- og avgjaldspolitikkurin verður samskipaður og breiðkaður soleiðis, at øll skatting ikki liggur á arbeiðsløn, men at avgjøld ístaðin verða løgd á dálkandi virksemi og fíggjarliga spekulasjón.
Fiskivinna í menning
Tjóðveldisflokkurin vil:
Varðveita økisfriðingar og leggja karmar um ein fjølbroyttan flota, ið gagnnýtir ymiskar partar av tilfeinginum.
Seta sum lógarkrav, at alt tilfeingið verður gagnnýtt.
At veiðiloyvi og fiskidagar eru almenn brúksloyvi. Umsetingin av hesum eigur at fara gjøgnum ein gjøgnumskygdan fiskidaga- og veiðiloyvisbanka – t.e. ein almenn uppslagstalva, har øll kunnu bjóða og sleppa framat eftir føstum treytum.
Fiskivinnuskúlin skal útbyggjast til ein veruligan havgranskingardepil, ið fevnir um øll lið í fiski- og alivinnu.
Landbúnaður í menning
Jarðar- og landbúnaðarlóggávan skal nútímansgerast beinanvegin í komandi valskeiði:
Tjóðveldisflokkurin vil:
At almenna jørðin framvegis verður almenn ogn.
At festibøndur á landsjørðini fáa frælsar vinnumøguleikar og kunnu eiga síni vinnutól, og at framleiðsluskylda og útbúgvingarkrøv verða sett.
At øll jørð eigur at verða skrásett og markað til ymsu endamálini í landbúnaðarpolitikkinum.
At búnaðardepilin verður endurskoðaður so gransking og royndir við øktari og vistfrøðiligari framleiðslu verða raðfestar.