Spurningur:
Góðan dagin Jógvan
Hvat heldur tú um "mergjaðu" vallýsingarnar hjá Sambandsflokkinum, har teir púra ósmædnir lata seg avmynda saman við Merkinum?
Nær hevur Sambandið nakrantíð verið fyri nøkrum, sum er føroyskt og sprottið úr føroyinginum?
Sum um hetta ikki var nóg mikið, so eru herróp teirra nú áræði og framburður. Hevur sambandið nakrantíð víst áræði?
Undrarin
Svar:
Halló Undrarin!
Hetta vóru áhugaverdir spurningar.
Eg haldi, at vit skula bara fegnast um, at sjálvt sambandsmenn føra seg fram við Merkinum.
Men rætt hevur tú, at tað var tann tíð, tá teir ynsktu tað niður og norður, og teir vóru eisini fleiri, sum allar sínar dagar hildu fram at flagga við donskum flaggi.
Nú eru teir so drignir hetta pettið.
Hasi herrópini eru følsk vørumerki fyri sambandsmenn. Teir hava í sínum politiska virksemi víst alt annað enn árræði og framburðshug.
Har teir hava kunnað steðgað framburðinum, hava teir gjørt tað, og tað hevur verið tí, at áræði hevur ikki verið skapt í teimum – og tað er tað framvegis ikki.
Vinarlig heilsan
Jógvan.