Valrøða á Argjum 11/4-2001
50 ár við heimastýri hava heft føroyingar at donskum pengum. Við ríkisveitingini keyptu danir sær makt í Føroyum og við blokkinum koma pengar inn í renslið, sum vit ikki sjálvi skapa virðir fyri.
Tað hevur gjørt okkum búskaparliga løt og hevur sloppið okkum undan at fremja neyðugar effektiviseringar í samfelagnum.
Á lutfallinum millum tað, sum vit hava brúkt, og tað, sum vit hava framleitt, kann síggjast, hvussu vit eru blivin alsamt meir heft av donskum pengum.
Í sekstiárunum var innlendska nýtslan 13% størri enn bruttotjóðarúrtøkan, í sjeytiárunum 14% størri og í áttatiárunum 18% størri.
Hendan meirnýtslan varð í stóran mun fíggjað við studningi úr Danmark - og sum fráleið eisini við stórum uttanlandslánum. Til endans rapaði allur búskapurin.
Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið fíggjar- og búskaparmál hetta valskeiðið.
Rikin hevur verið ein miðvísur og ábyrgdarfullur politikkur, hvørs endamál hevur verið at gera okkum óheft av donskum studningi, samstundis sum sosial trygd og íløgur í framtíðina hava verið raðfestar hægst.
Hesi árini hevur verið vent í holuni, og í nítiárunum hava vit í meðal framleitt 3% meir enn vit hava brúkt um árið.
Tí hava vit fingið minni arbeiðsloysi, vit hava fingið skattalætta, betri infrastruktur, hækkaðar játtanir til almennar tænastur, hægri pensjónir og aðrar hægri vælferðarveitingar.
Vit hava so at siga heldur ikki brúkt blokkstudningin, og landskassin eigur ikki minni enn 2,5 mia krónur í landsbankanum.
Landskassin veðheldur heldur ikki nær til so nógv, sum í áttatiárunum. Í dag eru veðhøld landskassans fyri privatum skuldnarum einans 7 mió. kr.
Tað almenna er tí sera væl fyri at standa ímóti minking av blokkinum í komandi tíðum.
Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at halda kósina fram móti einum sjálvstøðugum og sjálvberandi Føroyum.
Sjálvberandi búskapur er fyritreyt fyri einum betri Føroyum og veruligari vælferð í egnum landi.
Vit halda okkum til samtyktina um sjálvstýri Føroya fólks, sum er er ein miðvís fullveldisætlan, ið miðar eftir, at øll málsøki skula vera komin á føroyskar hendur í seinasta lagií 2012, samstundis sum blokkstuðulin minkar burtur í onki.
Vit eru sannførd um at tá verða Føroyar eitt betri land at liva og virka í. Vel tí Lista E á valinum 30. apríl.