Kapitul 3 í valskrá Tjóðveldisfloksins:
Trivnaður skal vera rættindi - ikki olmussa.
Eldrarøkt, dagsstovnar, bústaður og varðandi pensión skulu gerast rættindi hjá øllum í Føroyum.
Ein føroyskur heilsupolitikkur og nýggj sosiallóggáva skulu gerast.
Tjóðveldisflokkurin setur eina nýggja dagsskrá fyri trivnaðarmál í Føroyum:
Eldrarøkt, pensiónir, dagsstovnar og bústaðarmøguleikar skulu ikki vera livibreyð hjá politiskum flokkum, og verða drigin fram upp undir hvørt val. Tey skulu ikki vera gávur, ið politiskir flokkar skulu kappast um at býta út ella taka inn, tá á stendur.
Eldrarøkt, dagsstovnar, bústaðarmøguleikar skulu verða rættindi hjá øllum, um tey ynskja tað. Júst á sama hátt sum við fólkaskúlanum, sjúkraviðgerð og heimahjálp.
Vit hava nú búskaparliga grundarlagið til at gera varðandi loysnir fyri trivnaði og vælferð í Føroyum.
Ein verulig loysn á trivnaðarmálunum er samstundis fortreytin fyri framhaldandi vinnulívsmenning og búskaparvøkstri í Føroyum.
Tjóðveldisflokkurin vil fara fram soleiðis:
Eldrarøktin skal loysast í semju millum land og kommunur um:
Eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at reka og ein semja verður gjørd millum land og kommunur um íløgur og skattabýtið.
Avtala verður gjørd um, at innan næstu 4 árini skal akutti tørvurin nøktast og innan næstu 8 árini skal trygd kunnað veitast fyri plássi á sambýli ella røktarheimi innan eitt ár frá umsókn.
Tryggjast skal, at dygdin er nøktandi og at útbúgvið fólk kann setast við. Tí verða útbúgvingar og eftirútbúgving til almanna- og heilsuhjálparar
Til tess at seta gongd á at loysa akutta tørvin, setur landskassin næstu 4 árini tilsamans 100 milliónir krónur av til eina íløgupulju, sum kommunurnar kunnu søkja úr. Treytin er, at kommunurnar í økjunum samstarva um eldrarøktina.
Døgnrøktarskipan fyri heimahjálpina verður sett í verk í innan næstu 4 árini.
Semja millum land og kommunur um dagsstovnar og frítíðartilboð:
Semja verður gjørd millum land og kommunur um, hvussu tørvurin á dagsstovnum og frítíðartiboðum verður loystur.
Barsilsskipanin verður longd til farloyvi í eitt ár, sum verður fíggjað á arbeiðsmarknaðinum
Innan næstu 4 árini, skal veitast ansingartrygd til børn eftir barnsburðarfarloyvi.
Íløgur í útbúgving Tryggjast verður, at dygdin er nøktandi og at skikkað fólk kann setast við.
Ein semja millum land og kommunur um bústaðarmøguleikar:
Semja verður gjørd millum land og kommunur um at nøkta bústaðartørvin og tørvin á alternativum bústaðarmøguleikum.
Lógin fyri Húsalánsgrunnin verður broytt beinanvegin, so hann kannn gerast stigtakari og fíggjari til alternativa íbúðarbygging í samstarvi við kommunurnar.
Íbúðarmøguleikar til fólk við serligum tørvi verður tryggjaður sum ein rættur.
Rættindi hjá fólki við skerdum førleika skulu tryggjast
Tjóðveldisflokkurin vil staðfesta við lóg - frá okkara grundlóg til alla aðra lóggávu - rættindini hjá fólki við skerdum førleika.
Rættindi til bústað, hjálpitól, arbeiði og mentanartilboð
Rættindi til at velja verjar
Krøv skulu setast til dygdina á teimum tilboðum, sum samfelagið útvegar rættin til.
Sernámsdepilin verður umskipaður samsvarandi nýggjum áliti, ið er gjørt
Málið hjá okkum er, at vit komandi fýra árini gera nútímans lóggávu, har rætturin verður staðfestur í lóg. Og at vit komandi fýra árini kunnu loysa mest akutta tørvin.
Og at vit innan 8 ár hava dygdargóð tilboð til øll við skerdum førleika.
Sømilig pensión er ein rættur:
Tjóðveldisflokkurin vil gera eina varandi loysn á pensiónsmálinum beinanvegin. Samráðingar verða við partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fremja hesa loysn:
Vit vilja í komandi valskeiði fremja hesa ætlan, sum byggir á tvær súlur:
1. Samhaldsfasta Fólkapensiónsgrunnin. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður umskipaður til ein samhaldsfastan fólkapensiónsgrunn. Henda skipanin skal tryggja øllum, sum ikki hava aðra pensiónskipan, eina fólkapensión, sum er munandi betri enn í dag.
2. Arbeiðsmarknaðareftirløn. Álagt verður arbeiðsmarknaðinum, at øll, sum hava lønarinntøku, eiga at hava eina eftirlønarskipan. Eitt minstamark skal setast fyri inngjaldið, men annars verða tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu samráða seg til bestu skipan eftir góðkendum reglum.
Ein tillagingarlykil verður gjørdur, so tey, sum hava eina lægri skipan á arbeiðsmarknaðinum, fáa meira burtur úr samhaldsfasta pensiónsgrunninum.
Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri eini pensión á arbeiðsmarknaðinum, fáa hægsta gjald úr samhaldsfasta pensiónsgrunninum.
Ein føroyskur heilsupolitikkur
Tjóðveldisflokkurin vil í komandi valskeiði skipa ein veruligan føroyskan heilsupolitikk. Hann skal millum annað miða eftir:
At samskipa fyribyrging, røkt og viðgerð millum kommunulæknar, sjúkrahúsverkið og aðrar partar í røkt og viðgerð kring landið.
At skapa umstøður hjá læknum at trívast, granska og fáa fakligar avbjóðingar í Føroyum
At ein røktar- og viðgerðarmiðstøð fyri langtíðarsjúklingar verður sett á stovn í næsta valskeiði
Ein føroysk sosiallóggáva frá grundini
Vit hava í Føroyum eina avoldaða, danska sosiallóggávu. Hon er á mongum økjum órættvís og óumsitilig: Munur er millum gift og ógift. Fólk, sum hava klárað seg sjálvi og lagt eitt sindur til síðis, fáa minni hjálp, um tey koma í trupulleikar. Familjur, ið eiga børn, ið bera brek, hava stórar trupulleikar av at finna nøkur greið rættindi í lóggávuni.
Endurbúgvingarskipanir eru als ikki nøktandi.
Vit hava rætt og slætt eina gamla, danska lóggávu frá 1977.
Tjóðveldisflokkurin vil í fyrra parti av næsta valskeiði gera broytingar á teimum mest átroðkandi økjunum. Og vit vilja innan næsta valskeið er runnið hava eina fullfíggjaða, føroyska sosiallóggávu klára.
Tjóðveldisflokkurin vil, at trivnaðarmál og sosialhjálp eru eini rættindi og ikki ein olmussa, sum tilvildarligir politikarar skulu siga seg “geva” fólki fyri at keypa sær atkvøður.
Tjóðveldisflokkurin vil, at sosialpolitikkur er lógartryggjaður rættur til eitt trygdarnet, har tú kanst lyfta teg upp og kanst koma burturúr aftur - og ikki eitt trol, har tú verður “fangaður” í eini sosialari støðu.