Kapitul 2 í valskrá tjóðveldisfloksins:
Einar tryggari Føroyar
Skil á búskapinum, langtíðarætlanir og sosial trygd
Tjóðveldisflokkurin er trygdin fyri, at búskaparliga skilið er hildið.
Vit hava seinastu 4 árini fyri fyrstu ferð havt politikarar á kassanum, sum vilja brúka minni enn vit tjena.
Størsti vandin fyri føroyska búskapin er, at fíggjarliga skilið verður slept, so at blokkstuðul verður slúsaður inn í aftur samfelagið.
Tað fer at elva til príshækkingar á øllum økjum, at reallønin verður útholað, at vit brúka meira enn vit tjena og at vit nærkast nýggjari kreppu.
Tjóðveldisflokkurin vil:
Tryggja, at vit gera okkum leys av danska blokkstuðlinum og skipa ein sjálvberandi búskap
Reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk
Framvegis seta til viks í góðum tíðum at standa móti verri tíðum
Halda seg til langtíðarætlanir fyri íløgur
Stovnseta Búskapargrunn Føroya sum amboð at tryggja verandi og komandi ættarlið
Raðfesta sosialu trygdina hægst