FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 08.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Sjúkrahúsverk og ríkishospital
    Spurningur:

    Hey Jógvan!

    Eg hevði gjarna viljað vitað, hvussu tað er/verður við sjúkrahúsverkinum?

    Hvat kostar sjúkrahúsverkið føroyingum um árið? Hvussu stórur partur av blokkinum verður nýttur til føroyska sjúkrahúsverkið árliga?

    Hvat fer tað at kosta at senda føroyingar til Danmarkar at verða viðgjørdir á Ríkissjúkrahúsinum, um vit fáa fullveldi?

    Kj

    Svar:

    Halló Kj!

    Á fíggjarlógini fyri 2002 eru játtaðar umleið 440 mió kr. til heilsuverkið. Av teimum eru 35 mió merktar til framhaldandi útbygging av Landssjúkrahúsinum.

    Tað ber ikki til at siga, hvussu nógvur blokkur fer til sjúkrahúsverkið, tí hann er ikki eyðmerktur til avís endamál. Men í 2001 brúktu vit bara 200 mió kr. av blokkinum yvirhøvur.

    Føroyingar rinda longu í dag fyri ta viðgerð, sum teir fáa á Ríkissjúkrahúsinum, og almennu Føroyar brúka umleið 60 mió kr árliga upp á heilsubót uttanlands.

    Mær kunnugt verður árliga gjørd ein avtala við Ríkissjúkrahúsið um kostnaðin av hesum viðgerðum. Ein partur av útreiðslunum verður eisini nýttur til viðgerð í øðrum londum.

    Av teimum 60 mío fara einar 10 mió til at flyta sjúklingar og avvarðandi millum londini, og aðrar 10 mió fara til Hotel Tórshavn í Keypmannahavn, sum hýsir sjúklingum og avvarðandi, ið verða send niður til viðgerðar.

    Fullveldi í sjálvum sær dýrkar ikki hesar tænastur, men avtalurnar skulu sjálvandi gerast av nýggjum so hvørt – og í framtíðini verða avtalur kanska eisini gjørdar við onnur lond.

    Vóni tú ert nøgdur við svarið

    Vinarlig heilsan

    Jógvan.


    < Búskaparligt skil ella rimmar gildi | Tveir valfundir í Havn >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR