FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 08.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Hvat er títt størsta mál?
    Spurningur:

    Hey Jógvan!

    Eg vil bert vita, hvat títt størsta mál er, um tú verður valdur inn á ting.

    Heilsan JP.

    Svar:

    Hey JP:

    Høvuðsmálið er at virka við til, at Føroyar verða sjálvbjargnar og sjálvstøðugar. Fátt er meiri natúrligt, enn at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land.

    Eg haldi, at allir føroyingar eiga at stremba eftir, at Føroyar verða sjálvstøðugar, og at tann føroyski búskapurin verður sjálvberandi.

    Vit hava eisini góðar fyritreytir fyri tí. Vit hava eitt gott og væl útbúgvið fólk, ein góðan búskap og eitt framsøkið og sunt vinnulív.

    Eg ivist ikki í, at Føroyar verða eitt betri land tann dagin, vit sjálvi ráða fyri borgum. Sum borgarar í einum sjálvstøðugum landi fara føroyingar at fáa nógv fleiri møguleikar at menna seg, tí avbjóðingarnar verða fleiri og áhugaverdari. Samstundis verður vandin fyri mentunarligum og búskaparligum leti minni.

    Ein tjóð skal ráða sær sjálvari og kunna virka frítt í altjóða samfelagnum. Við heimastýrislógini eru vit avmarkað til at spæla harrar í egnum húsi undir donskum statsvaldi.

    Vit sleppa bara tað, sum statsvaldið loyvir okkum, og mugu lata okkum lynda, at í fleiri málum sleppa vit onki.

    Havi enn einaferð hug til at taka ítróttafólkini sum fyrimynd. Áðrenn tey fingu altjóða avbjóðingar, høvdu tey ikki hóming av, hvat tey kundu avrika í mun til onnur.

    Nú himprast tey ikki við at kenna seg sum javnlíkar við sjálvt tær størstu stjørnurnar úti í heimi, og umheimurin gevur teimum gætur. Vit uppliva júst í hesum døgum, at eitt føroyskt ítróttafólk er innstillað til heitið sum heimsins besta á sínum øki.

    Føroyingurin sum heild fer at kenna seg eins og ítróttafólkini tann dagin, hann ræður fyri sínum egna landi. Sjálvræði er eisini ein spurningur um hugburð og álit á sjálvan seg.

    ---


    < Ov fá ung valevni? | Hví .com og ikki .fo? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR