Nýggj grein, sum er send bløðunum:
Andstøðan hevur javnan ført fram, at tað ber ikki til at seta sær politisk mál, sum røkka longur fram enn eitt valskeið. Uppáhaldið hevur verið, at tað, sum henda skal í framtíðini, skulu komandi veljarar og politikarar avgera.
Hetta er stuttskygd hugsan og kann eisini vera ábyrgdarleyst. Í sjálvstýrissamtyktini er løgd ein nágreinilig ætlan um, hvussu føroyingar skulu vinna sær fulla búskaparliga og politiska ábyrgd. Her er talan um eina miðvísa og forsvarliga gongd, sum fleiri landsstýri væl kunnu fylkjast um.
Henda ætlan er ikki eindømi um langtíðarætlan. Í sambandi við undirsjóvartunnilin undir Leirsvíksfjørð hevur tingið sagt, at tunnilin skal gerast yvir sjey ár, og at pengar so við og við verða játtaðir til arbeiðið. Ætlanin røkkur um fleiri valskeið. Onki óklókt er í tí, tí stórmál verða ikki loyst eftir einum degi.
Føroyskur politikkur hevur higartil verið alt ov nógv merktur av, at flokkarnir hava ikki kunnað samst um langtíðarætlanir. Lagið hevur verið, at tá flokkar eru slopnir framat, hava teir ikki hugsað longur fram enn til næsta val. Hetta hevur mangan elvt til dýrar veitslur í tinginum, sum hava givið komandi landsstýrum timburmenninar.
Javnaðarflokkurin tykist ætla at halda fram á hesi leið. Hann lovar í eystur og vestur. Alt, sum hann ber fram, hevur ovurstórar útreiðslur við sær, og ongi inntøkufremjandi tiltøk hómast nakrastaðni. Vallyftini byggja á vónina um at sleppa fram at uppsparingini hjá landskassanum í Landsbankanum.
Tað er ikki ábyrgdarfult at royna at tøla veljararnar við pengum, ið eru settir til viks at standa ímóti við, um ringar tíðir skuldu komið.
Sambandsflokkurin er ikki stórt mætari, og hann avskrivar enntá ikki møguleikan at fara niður til Danmarkar eftir fleiri donskum pengum.
Tað byggir onki land at søpla øll avlop burtur eftir fáum árum. Tað byggir heldur onki land at hækka olmussuna úr Danmark. Tá hvørva allar lønarhækkingar sum døgg fyri sól av príshækkingum, og kappingarførið hjá vinnulívinum versnar øllum samfelagnum til stóran skaða.
Alt snýr seg um at raðfesta við skili. Við Tjóðveldisflokkinum í landsins leiðslu eru pengarnir í tryggum hondum, tí vit gera góðar tíðir betri.
---