FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (10)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Vit eiga bæði frásøgufólk og originalar


  • 07.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Ov nógv fer av lønini til skatt og gjøld
    Spurningur:

    Hey Jógvan!

    Sum sjálvstøðugur vinnurekandi fái eg ofta spurningar frá mínum arbeiðsfólki, tí skattur og arbeiðsmarknaðargjøld eru tikin av lønini, tá hon verður goldin út.

    Fólkið heldur, at hesi gjøld eru ov høg. Hvat heldur tú um hetta, og hvat ætlar tú tær at gera við hesi viðurskifti? Hvørjir møguleikar eru fyri at lækka hesi gjøld?

    Serliga er tað yvirtíð, sum er hart rakt av skatti. Tað er so galið, at eg nú fái at vita, at menninir ikki tíma at arbeiða eftir kl.1700, uttan so at tað er avgjørt neyðugt.

    Teir vilja vera við, at tað er ikki tann stóri munurin á, hvat er eftir við ársenda, tá alt er tikið av - um tú tjenar 100.000 krónur ella 300.000 krónur.

    Kavari

    Svar:

    Góðan dag kavarin!

    Eg skal royna at svara, so væl, sum eg kann. Tjóðveldisflokkurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir fyri, at skatturin av vanligum arbeiði verður minni. Samstundis skal skattagrundarlagið víðkast og skattur leggjast á dálkandi virksemi og fíggjarliga spekulasjón.

    Í hesum valskeiðnum eru annars skattalættar fyri útivið 200 milliónir kr. latnir, og tí er samlaða skattatrýstið ikki hækkað.

    Arbeiðsmarknaðargjøldini eru at meta við skatt. Men her er serliga als-gjaldið lækkað munandi seinastu árini. Eitt skifti var gjaldið 2,25%, men nú er tað 1,25%. Gjaldið til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin er framvegis 0,5%. Her er at siga, at hetta gjald fer til eitt sera gott endamál, sum er eftirløn til okkara eldru. Barsilsgjaldið upp á 0,25% er nýtt, men eisini barsilsskipanin er eitt avbera gott tiltak.

    Haldi ikki, tað er heilt rætt, at lítil munur er á tí, sum eftir er, um ein maður tjenar 100.000 ella 300.000 krónur. Býr hesin maðurin í Havn, so er kommunuskatturin 18,75% og kirkjuskatturin 0,30%. Er maðurin t.d. giftur og hevur tvey børn undir 18 ár (2 barnafrádráttir), verður samlaður skattur og arbeiðsmarknaðargjøld av 100.000 kr. knappar 13.000 kr. - ella 13%. Eftir eru 87.000 kr.

    Tá inntøkan er 300.000 kr. er skattur og arbeiðsmarknaðagjøld 118.000 kr. - ella 39%. Eftir eru sostatt 182.000 kr. - ella 100.000 kr. meira.

    Sum tú sært, er ein ávísur munur á skattinum av 100.000 og 300.000 krónum. Hetta er progressiv skatting - í mun til proporsjonala skatting, har allar inntøkur skattast við sama prosentstigi.

    Í okkara skipan rinda tær høgu inntøkur lutfalsliga mesta skattin. Ella sagt við øðrum orðum: tað eru teir breiðu herðarnir, ið bera mestu byrðuna.

    Vinarliga

    Jógvan


    < Leigulóg og íbúðir | Ov fá ung valevni? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR