Spurningur:
Gott kvøld, Jógvan!
Hvørjar eru tínar viðmerkingar til nýggjastu veljarakanningina?
Trýrt tú uppá, at atkvøður fara at flytast so mikið, at núverandi meirilutin hjá sambandinum og javnaðinum minkar?
Ógvuliga spurin
Svar:
Hey hin rádni.
Viðmerkingarnar eru, at tað er spell, at samgongan stendur seg so illa samanlagt.
Hinvegin kann tjóðveldisflokkurin vera nøgdur við ta undirtøkuna, sum hann fær. Hann liggur eini 2-3% omanfyri tað, sum hann fekk á seinasta løgtingsvali.
Um núverandi meirilutin hjá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum kann minka? Tað kann hann. Valstríðið er ikki komið í hæddina enn, og saktans er onkur atkvøða eftir at flyta.
Fær tjóðveldið til dømis tveir mans í Norðoyggjum, so kann sambandsflokkurin samstundis missa ein. Tá er meirilutin á løgtingi við einum snupptaki koppaður yvir til tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin.
Annars hugsi eg ikki, at javnaðarflokkurin uttan svørðslag fer at tveita seg í føvningin á sambandsflokkinum í eini nýggjari samgongu. Tað royndu teir í ólukkumat í valskeiðnum undan hesum.
Minnist eg ikki heilt skeivt, so søgdu javnaðarmenn upp undir seinasta løgtingsval, at tann stirvni og hugsjónarleysi sambandsflokkurin var orsøkin til tað rákið, sum gjørdi tjóðveldisflokkin til størsta flokk í 1998.
Så lad ikke modet falde!
Vinarlig heilsan
Jógvan.