FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (144)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 05.04.2002 | Evni: Løgtingið
    Tjóðveldið fær 31% í Suðurstreymi
    Tjóðveldisflokkurin fær átta tingmenn í nýggjastu veljarakanningini, sum Sosialurin og Portalurin hava gjørt.

    Tjóðveldisflokkurin fær somu umboðan í valdømunum, sum hann hevur nú, hóast tingmannatalið verður minni.

    Í Suðurstreymi bendir veljarakanningin á, at Tjóðveldisflokkurin aftur fær tríggjar tinglimir. Flokkurin stendur til 31 prosent av atkvøðunum í landsins størsta valdømi.

    Størsti flokkur í kanningini er Sambandsflokkurin. Hann fær eftir øllum at døma níggju tingmenn - harav tveir í Vágum og ein Norðoyggjum.

    Javnaðarflokkurin stendur til at fáa sjey tingmenn. Eftir hesum tølunum fær hann valdømisvaldan mann í Sandoynni, men missir eykamannin í Norðstreymi.

    Fólkaflokkurin fer at fáa seks tingmenn. Annar fellir í Norðoyggjum og hin í Vágum.

    Sjálvstýrisflokkurin fær ikki umboðan. Hann fær einans 2,7 prosent av atkvøðunum.

    Miðflokkurin fær heldur ikki umboðan. Hann stendur til 2,1 prosent.

    Fyri at koma inn skula flokkarnir hava 3,7 prosent av atkvøðunum.

    Eftir hesi veljarakanningini verða ikki allir eykatingmenninir brúktir.

    Tingmannatalið verður 30 móti teimum 32, sum tað hevur verið øll løgtingsvalini síðani 1978. Teir valdømisvaldu eru 27 í tali, og eykamenninir kunna vera millum 0 og 5.

    ---


    < Sukurmolin á Boðaneshamrinum | Hvat heldur tú um veljarakanningina? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR