FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð
  • imitacion de rolex

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 04.04.2002 | Evni: Spyr Jógvan
    Samanlegging og loysing
    Spurningur:

    Halló Jógvan:

    Allir tjóðveldismenn atkvøddu fyri, at Kollafjørður og Havnin løgdu saman. Tað, sum búði undir, var helst, at tað er bíligari við stórum eindum.

    Er tað ikki dupultmoralur, tá ið so somu tjóðveldismenn vilja loysa frá Danmark? Eru vit ikki sterkari sum ein stór eind?

    Kollfirðingur

    Svar:

    Hey kollfirðingur.

    Eg haldi ikki, at høvuðsargumentið hjá havnarmonnum fyri at leggja saman við Kollafirði var, at teir sóu sær nakrar sparingar, tí at eindin gjørdist størri.

    Tað var heldur tað, at Kollafjørður hevði nakað at bjóða, sum Havnin hevði ov lítið av. Til dømis møguleikar fyri havnarbygging, sum Tórshavnar Kommuna eisini hevur gjørt nógv við hesa stuttu tíð, Kollafjørður hevur verið partur av Tórshavnar Kommunu.

    Eg haldi heldur ikki, at støðutakan fyri samanlegging av kommunum í Suðurstreymi og stevnan um einar frælsar Føroyar hava nakað við dupultmoral ella tvístøðu at gera. Tvørturímóti. Betri eindirnar eru í Føroyum, sterkari verður heildin Føroyar.

    Vinarlig heilsan

    Jógvan.


    < Lestrarstuðul og Føroyafrádráttur | Vælvald orð á tíðindafundi >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    lektire lektira jastuci madraci cvijece horoscope umrli vicevi sanovnik horoskop knjige ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • replicas relojes aaa Goedkope Replica Horloges

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR