Spurningur:
Hey Jógvan.
Tú sigur, at lestrarstuðulin verður tann sami, um fullveldi verður. Men hvussu við Føroyafrádráttinum upp á 54.000 kr., tá ið tú lærir í Danmark?
Heldur tú, at danskarar vilja lata hann, um vit loysa?
Ætla tit í Tjóðveldisflokkinum, at ein eykajáttan skal koma á figgjarlógina til lestrarstuðulin upp á 60 milliónir, sum tú nevnir í svari til lesandi?
Kokkur
Svar:
Halló kokkur.
Tær 60 milliónirnar til lestrarstuðul skula á fíggjarlógina, ja.
Um Føroyafrádráttin er at siga, at hetta er ein skattaavtala millum Føroyar og Danmark, sum ikki ávirkast, um Føroyar gerast sjálvstøðugar.
Eg kann leggja aftrat, at Danmark hevur slíka
frádráttaravtalu við lond um allan heim.
Heilsan
Jógvan.