FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð bolsos christian dior imitacion watchreplica.co.uk

    rolex-replicas.co.uk

    omega-first.co.uk

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 04.04.2002 | Evni: Løgtingið
    Vælvald orð á tíðindafundi
    Tjóðveldisflokkurin legði valskrá sína fram á tíðindafundi á Hotel Hafnia fyrrapartin. Á fundi vóru løgtingslimir, landsstýrismenn og onnur valevni. Har fullu mong góð orð, eitt nú hesi:

    Høgni Hoydal: Ein sterkur tjóðveldisflokkur á løgtingsvalinum er fyritreyt fyri, at fullveldiskósin verður hildin. Vit ynskja, at allar sjálvstýriskreftir fáa eitt gott val.

    Heini O. Heinesen: Tað er ein stór uppgáva at verja tað, sum vunnið er. Ein tann størsta uppgávan hjá tjóðveldisflokkinum er at forða fyri, at gjørd verður ein nýggj heimastýrislóg. Tað er bert ein loysn, og hon er tjóðveldi.

    Jógvan Durhuus: Ræðslan hjá sambandsflokkinum og javnaðarflokkinum er, at tað gongur so væl í Føroyum.

    Karsten Hansen: Stýra vit búskapinum, so endar tað við fullveldi. Tað besta, sum kann henda einum og hvørjum sambandsflokki, er, at vit lata standa til búskaparliga.

    Høgni Hoydal: Tað besta fyri at fremja ætlanina um eitt sjálvstøðugt og sjálvberandi føroyskt samfelag er at savna sjálvstýrisvongin í Føroyum aftur. Ein breið landsstýrissamgonga við fólkaflokkin, javnaðarflokkin eins og miðflokkin og sjálvsstýrisflokkin er tað besta.

    Jógvan Durhuus: Sjálvstýrislógin hjá javnaðarflokkinum er ein rein sambandslóg. Tá valið er av, verður javnaðarflokkurin opin fyri so mongum.

    Høgni Hoydal: Hvat er samveldi? Tað eru tvey lond við fullveldi. Fyri at gera samveldi krevst fullveldi fyrst.

    Heini O. Heinesen: Tann stóri spurningurin verður altíð, um vit eru kappingarfør. Harðari tú skattar arbeiðslønina, minni kappingarfør verða vit.

    Høgni Hoydal: Vit hava sett okkum sum mál at lækka skattin á arbeiðsløn og samstundis breiðka skattagrundarlagið við eitt nú grønum skattum á dálkandi virksemi.

    Heini O. Heinesen: Sambandsflokkarnir drýta í egið reiður, tá teir bjóða fólkinum at selja sálina fyri danskar pengar.

    Høgni Hoydal: Búskaparliga er pláss til at fremja so at siga alla sjálvstýrissamtyktina komandi fýra árini.

    Karsten Hansen: Vit hava havt stóran vøkstur seinastu árini. Men rúm er fyri upp aftur størri vøkstri skula vit koma upp á sama vøkstur sum grannalondini.

    Høgni Hoydal: Vit eru før fyri at hava eins stóra framleiðslu og onnur samfeløg og at hava áhaldandi búskaparvøkstur. Til tað krevjast nøktandi karmar. Her hava trivnaðarmálini stóran týdning.

    < Samanlegging og loysing | Bitar úr valskránni: Minnist tú skilið? >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    classicreplicas.co.uk

    thereplicas.co.uk

    abwatches.co.uk

    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur
  • rolexlol.co.uk

    rolex-watch.me.uk
    www.ukreplica.co.uk

    Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR