Tjóðveldisflokkurin fer at leggja sína valskrá fram hósdagin. Flokkurin hevur stevnt fjølmiðlunum til tíðindafundar á Hotel Hafnia klokkan 09.30.
Arbeitt hevur verið við valskránni hjá flokkinum allan vetur, og hon hevur eisini verið viðgjørd á ársfundi í Klaksvík í februar og síðani á flokstingi á Sandi í mars.
Valskráin er í 12 høvuðstættum, sum mesti denturin verður lagdur á á hesum sinni. Hendan valskrá verður send í hvørt hús í landinum saman við myndum og upplýsingum um valevnini í hvørjum valdømi sær.
Tjóðveldisflokkurin gevur út trý faldibløð. Eitt av teimum er um blokkbúskap kontra sjálvberandi búskapi, annað um vælferð í egnum landi og tað triðja um møguleikarnar fyri lestrarstuðli, tá Føroyar eru sjálvstøðugar.
Flokkurin hevur herfyri givið út ein snotiligan bókling við bæði stevnu og stevnumiðum floksins, sum eru dagførd til dagin í dag.