Høgni Hoydal formaður í tjóðveldisflokkinum hevur í dag sent út tíðindaskriv við yvirskriftini:
Tjóðveldisflokkurin mótmælir politiskari stýring av vinnuni
"Bjarni Djurholm og fólkaflokkurin eiga at halda seg burtur frá royndunum at stýra Framtaksgrunninum, Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking politiskt.
Tað er skelkandi at frætta í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt seg út í arbeiðið hjá Framtaksgrunninum, sum eigur Føroya Fiskasølu og Føroya Fiskavirking. Ongin kunning um ætlaðar broytingar í nevndini ella annað hava verið frammi á landsstýrisfundi.
Tjóðveldisflokkurin vil hava greiðar linjur millum alment og privat, og vinnan skal virka á handilsligum grundarlagi. Annars er vandi fyri, at vit enda aftur í tí vavgreyti av politiskum og privatum áhugamálum, sum elvdi til kreppuna í 80’unum.
Framtaksgrunnurin var ein kreppuloysn, har ein vinnurekandi almennur grunnur fekk leiklutin at eiga tvær stórar fyritøkur. Tí er tað so sera týdningarmikið, at politisk stýring ikki fer fram, men at tað burturav eru vinnulig og handilsig atlit, ið telja í tí, sum víðari fer fram.
Neyðugt er at fáa eina væl grundaða politiska semju um, at Føroya Fiskasøla og Føroya Fiskavirking framhaldandi skulu rekast á vinnuligum og handilsligum grundarlagi. Og at tá fyritøkurnar skulu á privatar hendur, eru tað eisini vinnulig og handilsliga atlit, sum telja.
Landsstýrið skal bert tryggja sær, at landið fær sín pening aftur við rentu av rentu".
Vegna Tjóðveldisflokkin
Høgni Hoydal
floksformaður