Spurningur:
Halló Jógvan!
Hvørjar hugsanir hevur tú um, hvussu Føroyar frameftir á bestan hátt røkja síni sambond við umheimin. Serliga hugsi eg her um samráðingar við onnur lond, har tað frá fleiri síðum verður róð uppundir, at slíkar samráðingar og sambond fara at verða truplari at røkja, um Føroyar taka seg burtur úr danska ríkinum.
Áhugaður
Svar:
Halló. Takk fyri spurningin.
Lat meg siga beinanvegin, at eg beri ongan ótta fyri røktini av sambandinum við onnur lond. Vit hava í stóran mun longu røkt tað sjálvi í nógv ár.
Heilt síðani fyrst í sjeytiárunum hava vit staðið fyri teimum týdningarmiklu samráðingunum um fiskiveiðisáttmálar, sum vit hava havt við onnur lond, og tað hevur borið væl til.
Tað vóru føroyskir embætismenn og serfrøðingar, sum stóðu fyri teimum torføru og drúgvu samráðingunum við Bretland um undirgrundarmarkið landanna millum fyri heilt fáum árum síðani. Tað gekk eisini væl.
Slíkar millumtjóða samráðingar hava ment okkara fyrisiting til slíkt arbeiði á altjóða pallinum.
Tað var óivað ein politisk avgerð hjá landsstýrinum, tá tað á sinni meir og meir tók slíkar samráðingar upp á seg. Sum eg minnist tað, varð hildið, at úrslitini av slíkum samráðingum vórðu betur, um vit samráddust sjálvi, heldur enn at lata danir samráðast fyri okkum.
Av formligum grundum hevur danska uttanríkisráðið oftast verið uppi í, men mangan í roynd og veru bert sum eygleiðari.
Hinvegin hevur tað stundum verið darvandi fyri føroysk áhugamál, tá Danmark hevur sitið fyri sendinevndum, sum skuldu umboða føroysk, donsk og grønlendsk sjónarmið samstundis.
Í slíkum førum hevur tað meir enn so komið fyri, at danskarar hava tikið síni egnu sjónarmið framum, og latið føroyingar og grønlendingar sitið eftir við svartaperi.
Føroya Landsstýri hevur egna uttanríkisdeild í Tinganesi at taka sær av samskiftinum við onnur lond, og vit hava føroyskar umboðsmenn úti í heimi. Í Aberdeen hava vit verið umboðað síðani seinna heimsbardaga. Tann sendimaðurin verður nú fluttur til London. Ein sendimaður er í Keypmannahavn og annar er í Bruxelles.
Hetta er grundvøllurin til eina veruliga føroyska uttanríkistænastu, sum í vavi eigur at samsvara við tað, sum eitt lítið land hevur brúk fyri, og sum í summum førum kann røkjast í samarbeiði við onnur lond – sum vanligt er um allan heim.
Eg ivist ikki í, at Føroyar fáa mest burtur úr sjálvar at sita fyri samskiftinum við onnur lond og millumtjóða feløg. Hetta er ein tilgongd, sum er komin rættiliga langt, og eigur at verða fullfíggjað.
Heilsan
Jógvan.