Spurningur:
Tá nú Føroyar fara at fáa fullveldi einaferð í framtíðini, kundi eg hugsað mær at vita, hvussu verður við studningi til tey, ið ætla sær á lærdan háskúla uttanfyri Føroyar.
Verður stuðulsupphæddin tann sama, sum fæst frá SU?
Hvussu verður við skúlagjøldum, tá farið verður t.d. til Bretlands?
Heilsan
Lesandi
Svar:
Halló lesandi!
Eg svari tær best við brotum úr einum faldiblað, sum Tjóðveldisflokkurin gevur út í hesum døgum um útbúgvingarmøguleikar, lestrarstuðul og sosial rættindi uttanlands, tá Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land.
Har stendur m.a. soleiðis:
”Føroyingar hava somu rættindi bæði í Danmark og øðrum londum, tá ið Føroyar eru sjálvstøðugt land.
Norðurlond hava avtalu um, at norðurlendskir borgarar frítt kunna útbúgva seg í øllum Norðurlondum. Hon er galdandi frá fólkaskúla til hægri lestur.
Tey stóru Norðurlondini gjalda sinámillum fyri tey, sum lesa hægri lestur, meðan Ísland ikki letur nakað gjald.
Váttað er úr Danmark og hinum Norðurlondum, at Føroyar koma við í allar norðurlendskar avtalur, og at Føroyar kunnu fáa somu skipan, sum Ísland hevur, vilja vit tað.
Sum sjálvstøðugt land kunnu Føroyar – eins og Ísland og Noreg – gerast partur av einari EBS-skipan mótvegis ES. Hendan fevnir eisini um útbúgvingar- og granskingarsamstarvið í ES-londum.
Føroyar taka longu nú lut í einum granskingarsamstarvi við ES. Harumframt hevur Fróðskaparsetrið avtalur við hægri lærustovnar uttanlands”.
Studningur til lesandi
Í hesum sama faldiblað um útbúgving verður sligið fast, at tá Føroyar verða sjálvstøðugar, gjalda vit sjálvi fyri okkara lesandi. Hildið verður fram:
”Eitt álit er longu gjørt, sum mælir til, at Suðulsstovnurin rindar øllum føroyingum lestrarstuðul, sum skal verða hægri enn tann danski SU-stuðulin er nú.
Í donskum uppgerðum er lestrarstuðulin, sum føroyingar fáa frá danska SU, settur at vera umleið 43 mió kr.
Føroya Landsstýri hevur skotið upp, at 60 mió kr. verða settar av til eina fullfíggjaða stuðulsskipan. Stuðulstovnurin er longu farin undir at gera skipanina.
Altjóða skrivstovan og Stuðulsstovnurin skulu virka saman. Áhugað venda sær til teirra um útbúgvingarmøguleikar og kunnu fara beinleiðis í onnur lond við føroyskum útbúgvingarstuðli í viðførinum.
Møguleikarnir fyri lestri uttanlands verða tí eins góðir ella betri, nú Føroyar verða sjálvstøðugar.
Hetta fer eisini fyri fyrstu ferð at geva føroyskum myndugleikum møguleika at hava ein veruligan útbúgvingarpolitikk”.
Vinarlig heilsan
Jógvan.