Okkara land - einar frælsar Føroyar fyri øll
"Eftir at Tjóðveldisflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu í 4 ár, hava vit ongantíð verið nærri einum frælsum Føroyum og einum sjálvberandi búskapi. Eitt trygt vælferðarsamfelag fyri allar føroyingar er nærri enn nakrantíð.
Vit eiga eitt dugnaligt og arbeiðssamt fólk. Eitt stolt og sjálvberandi vinnulív. Vit eiga eitt nýhugsandi og ríkt mentanarlív og ein blómandi ungdóm, ið ynskir javnbjóðis samband og samstarv við allan heim - sum føroyingar.
Føroysk oljuvinna er veruleiki, og vit eru á veg móti nýggjum avbjóðingum og menningarmøguleikum.
Hetta krevur, at vit halda fast við sjálvbjargniskósina og hava dirvi at taka við ábyrgdini.
Løgtingsvalið 2002 er tí eitt avgerandi val fyri framtíðina hjá øllum føroyingum.
Løgtingsvalið er eitt val millum at taka ábyrgd ella at leggja frá sær ábyrgd – valið er Føroya fólks.
Tjóðveldisflokkurin vil í komandi valskeiði m.a. virka fyri:
at kósin verður hildin móti frælsum Føroyum
at framhaldandi verður rikin ein skynsamur búskaparpolitikkur
at átroðkandi tørvurin á eldrarøkt, dagstovnum og bústøðum verður
nøktaður
at almanna- og heilsuverkið verður endurskoðað, ment og lagað til føroysk viðurskifti
einum frælsum vinnulívi undir støðugum kørmum
at grundlógarfesta, at alt tilfeingið – eisini ráevnini í undirgrundini - er ogn Føroya fólks
at skipa ein føroyskan skúla til føroyskan tørv
at mentan skal framhaldandi raðfestast høgt
at børn og ung hava rætt til mentanarlig tilboð, útbúgving, ávirkan og virkna luttøku í samfelagnum
at farið verður í hernað móti rúsevnisminýtslu við upplýsing, fyribyrging og viðgerð
at ein heildarætlan skal gerast fyri økismenningina fyri at tryggja framhaldandi búseting og trivnað í øllum økjum og
at landsumsitingin verður skipað til føroyskan tørv.
Tjóðveldisflokkurin vil halda fram í landsins leiðslu fyri at tryggja eina ábyrgdarfulla kós við støðugari menning fyri føroysku tjóðina fram ímóti føroyskum fullveldi.
Tjóðveldisflokkurin stendur við sínar hugsjónir og førir tær út í lívið".
Soleiðis samtykt á flokstingi heima á Sandi 15. og 16. mars.
---