FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mentamaður í serklassa
  • Tjóðarlaðing á Bryggjubakka
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka


  • 27.03.2002 | Evni: Løgtingið
    Verulig vælferð í egnum landi

    Jógvan Arge skrivar:

    Rættilig vend er komin í føroyska búskapin hesi seinastu fýra árini, meðan tjóðveldisflokkurin hevur umsitið búskaparpolitikkin.

    Tá samgongan legði til brots í 1998, var samfelagið niðurpínt og ongin kós hómaðist úr óførinum. Nú eru mong høvuðsmál loyst og hyggjast kann aftur á ein næstan óhoyrdan framburð.

    Neyvan nakrantíð hevur eitt samfelag reist seg so skjótt úr øskuni og hevur skapt so nógv virðir, sum Føroya fólk hevur gjørt seinastu fýra árini.

    Stórt avlop hevur verið á fíggjarlógini. Skuld er goldin niður. Blokkurin er lítið brúktur. Spart er upp í landsbankanum. Samstundis er játtanin til almanna- og heilsumál hækkað meir enn 400 mió kr.

    Fólkapensjónin er hækkað munandi meir enn nakrantíð áður. Ein føroyskur fólkapensjonistur, sum ikki hevur aðra inntøku, fær í dag 1700 kr. meir um mánaðin, enn hann fekk fyri fýra árum síðani.

    Fyritíðarpensjónin er hækkað nógv og verður nú prístalsviðgjørd. Barnafrádátturin er hækkaður. Bøtt er munandi um skattaviðurskiftini hjá pensjonistum. Og sum heild eru veittar 150 mió kr. í skattalætta.

    Munandi størri partur av fíggjarlógini fer eisini til almannamál, heilsumál, mentamál og útbúgving. Í 1990 fóru 55 % til hesi mál. Nú umboða tey 64% av fíggjarlógini.

    Hetta vóru alt stig á leiðini. Búskapurin er nú førur fyri at taka upp á seg rættiligar batar á øllum trivnaðarøkinum.

    Okkara stevna er, at eldrarøkt, dagsstovnar og bústaðir skula gerast ein rættur hjá øllum føroyingum. Vit vilja loysa hesi málini í semjum millum landið og kommunurnar.

    Tann akutta tørvin á eldrarøkt vilja vit virka fyri at nøkta eftir fýra árum. Vit virka samstundis fyri, at eftir átta árum kann trygd veitast fyri plássi á sambýli ella røktarheimi eitt ár eftir at søkt er um pláss.

    Vit vilja virka fyri at longja barsilsskipanina til farloyvi í eitt ár, sum arbeiðsmarknaðurin fíggjar, og virka fyri, at børn hava trygd fyri ansing eftir eitt ár.

    Vit vilja virka fyri, at lógin um Húsalánsgrunnin verður broytt, so hann kann taka stig til og fíggja alternativa íbúðarbygging í samstarvi við kommunurnar

    Tjóðveldisflokkurin vil eisini við lóg staðfesta rættindini hjá fólki við skerdum førleika.

    Nógv er komið á skaftið og meir liggur í kortunum, hóast andstøðan vil vera við, at samfelagið er í sori. Hennara júkan um ómegd og dómadag byggir onki land.

    Okkara sannføring er, at veruligar loysnir á trivnaðarmálunum eru fortreytir fyri, at vinnulívið heldur fram at mennast og at búskapurin heldur fram at vaksa.

    Verulig vælferð byggir á okkara egnu framleiðslu og okkara egna tilfeingi. Hon er ein rættur hjá hvørjum einstøkum. Ikki ein olmussa frá øðrum.

    Vel tí Tjóðveldisflokkin á valdegnum. Tá fær tín atkvøða veruliga ávirkan.

    ---


    < Er almenna virksemið ov stórt? | Kappróður á ólavsøku >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    rolex replica Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR