FORSÍÐAN | LEITA | GREINASAVN | SLÓÐIR | SAMBAND
INNIHALD
  • Býráðið (1163)
  • Bøkur (42)
  • Fólkatingið (24)
  • Greinir (11)
  • Ítróttur (89)
  • Løgtingið (234)
  • Røður (47)
  • Spyr Jógvan (52)
  • Viðmerkingar (15)
  • Ymist (145)


  • KUNNING
  • Um síðuna
  • Ævisøga
  • Bókaútgávur
  • Sjónvarpslýsing
  • Samrøður
  • Vallýsing 2001
  • Býráðsvalið 2000
  • Eitt 100 ára stríð

  • FLEIRI GREINIR
  • Mín krýnika 5 - ummæli
  • Nýggj krýnika í bókabúðunum
  • Merkið 100 ár
  • ÍSF fyllir 80 ár (4/4-2019)
  • Óvanliga informativ bók
  • Yvir til Bryggjubakka
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge
  • Nýggj bók frá Jógvan Arge


  • 25.03.2002 | Evni: Løgtingið
    Einskiljingar við skili
    Enn eitt brot úr samrøðu, sum Fregnir hava havt við Jógvan Arge:

    Einskiljing er ein spurningur, sum er nógv frammi í tíðini. Hvat heldur tú?

    Vit skulu leggja dent á at hava greiðar linjur á hesum øki, tí tú kanst eisini fløkja alt upp í ein slíkan ellubita, at onki gjøgnumskygni verður yvirhøvur í viðurskiftunum hjá tí almenna og vinnulívinum.

    Eg haldi, at tað vinnulív, sum hitt almenna rekur, eigur sum høvuðsregla at fara á privatar hendur. Tær tænastur, sum tað almenna rekur vegna alt samfelagið, skulu framvegis verða á almennum hondum til tess at tryggja øllum fólkum í landinum sama tænastustig.

    Við at privatisera burtur av vinnulívinum, sum tað almenna rekur, minkar eisini váðin, sum áliggur tí einstaka skattgjaldaranum.

    Av tí, at okkara lítla land í summum førum kann hava brúk fyri ótraditionellum loysnum, er tað ikki óhugsandi, at privat vinnurekandi kunnu útinna partar av teimum almennu tænastunum við sáttmálum, har krøvini eru greið.

    Hvat við studningi til vinnulívið?

    Vit hava so ringar royndir av at fylla vinnulívið við studningi og síðani at lofta tí, at tað skulu vit ikki fara undiraftur.

    Tað skal vera ein spurningur millum vinnulívið og peningastovnarnir, um virki skula halda fram og byggjast út.

    Landsstýri og løgting skula skapa karmarnar, men ikki leggja seg út í raksturin. Tey seinastu árini hava eisini víst, at bæði fiskivinnan og alivinnan hava staðið seg væl uttan at dúva upp á innspræningar úr landskassanum.

    ---


    < Hvør er betur, Kurt ella Uni? | Bústaðir og barnsburður >

    BØKURNAR

    SPYR JÓGVAN
    Her ber til at seta Jógvani spurningar. Allir relevantir spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar. Spurningar og svar síggjast her.

    HENTLEIKAR
  • Ger hesa síðuna til tína byrjunarsíðu!
  • Bílegg bøkur


  • Jógvan Arge, Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, tlf. 31 55 47, fartlf. 21 55 47

    EINSLISTIR