Spurningur:
Í nátt er ein spurningur komin, sum kanska fellir eitt sindur uttanfyri karmarnar, men kortini hoyrir tíðini til. Hann ljóðar soleiðis:
Góðan morgun, Jógvan. Kanst tú siga okkum, hvør er betur áloypari. Kurt Mørkøre ella Uni Arge? (Eg og svágur mín hava diskuterað málið gjølla.) Gott val.
Svágrar
Svar:
Halló svágrarnir. Tað fyri góðynskini, men annars rokni eg við, at spurningurin mest er settur í spølni og at tit vilja lokka meg út á hálan ís, nú skeggið er so nær høkuni.
Kortini er tað spell, at tit onki siga um staklutirnar í og úrslitið av tykkara diskussión. Tað kundi verið áhugavert at fingið eitt sindur at vita um tað. Um Kurt og Una sum áloyparar er at siga, at teir fyri ein part hava somu dygdir og fyri ein part hava hvør sínar dygdir.
Felags fyri teir er, at teir hava skotið eina rúgvu av málum fyri lið síni, bæði í Føroyum og uttanlands. Fremsta dygdin er, at teir hava viljan og evnini at vera á røttum stað rættstundis og umseta spælið til mál.
Til tjúgund og síðst er tað tað, sum telur fyri áloyparar og fótbóltslið sum heild. Samanumtikið munnu teir standa nakað javnir, tá allar metingar verða tiknar við. Týdningurin, teir hava havt fyri liðini, teir hava spælt fyri, man eisini hava verið nakað tann sami.
Hevur nakar nakað at leggja aftrat, so er hann vælkomin.
Heilsan
Jógvan.